Skal ein seta nøkur lýsingarorð á besta KÍ-spælaran í farna kappingarári í Formuladeildini, so er stabilitetur tað allar fyrsta, sum rennur í hugan – Jan Andreasen hevur nevniliga so at siga aldrin ein ordiliga ringan dag.
Stabilur.
Jan Andreasen hevur í 2007 ikki fingið eitt einasta 11-tal fyri nakran av dystunum, sum telja við í kappingini, og kortini er hann ársins leikari við 4 stigum fleiri enn nr. 2 á stigatalvuni.
Hetta sigur í sær sjálvum nakað um tann stabilitet, sum er eitt av fremstu eyðkennum Jan Andreasen.
Teir 27 dystirnar, sum telja við í kappingini, hevur Jan fingið 9 ferðir 10, 9 ferðir 9, 1 ferð 8, 3 ferðir 7, 3 ferðir 6 og 1 ferð 5.
Tann dystin, tá Jan fekk 5, fingu allir leikararnir eisini 5. Hetta var í 0-4 ósigrinum á heimavølli móti GÍ, har alt KÍ-liðið spældi út av lagi illa.
Sostatt hevur Jan í 18 av teimum íalt 27 dystunum í 2007 fingið antin 10 ella 9 – tað er stabilitetur, sum vil nakað.
Búgvin og sterkur.
KÍ-liðið hevði í 2007 ein leikarahóp, sum á summum plássum manglaði rutinu, sum er so týðandi í bestu deildini, har veikleikar skjótt verða revsaðir.
Tí hevði luttøkan og hjáveran av Jan – ikki minst í miðverjuni – stóran sálarligan týdning fyri liðið. Tað var sum um, at teir yngru á liðnum litu seg yvir á tann nú 35 ára gamla verjuskiparan, at hann fór at taka sær av álopunum frá mótstøðuni – og tað gjørdi hann eisini mangan.
Búnaskapur og mental styrki eru nevniliga stórur partur av styrkini hjá einum liði, og her skal týdningurin av Jan Andreasen fyri KÍ-liðið í 2007 ikki undirmetast.
Vit vilja fara so langt sum at siga, at KÍ hevði endað í svárastu trupulleikum, um liðið í ár ikki hevði havt Jan Andreasen við á vøllinum saman við hinum stóra veteraninum á liðnum, Harley Bertholdsen.
Harley endaði sum nr. 6 í kappingini um at gerast ársins KÍ-leikari.
Ársins KÍ-leikari 2007 – samanteljing av skoðsmálum:
Nr: Leikari: Stig:
1. Jan Andreasen 223
2. Kristoffur Jakobsen 219
3. Gunnar Nielsen 217
4. Heðin á Lakjuni 213
5. Meinhardt Joensen 211
6. Harley Bertholdsen 210
7. Paul Clapson 203
8. Símun Joensen 170
9. Høgni Madsen 167
10. Leon Bjartalíð 160
11. Kaj Ennigarð 134
12. Kristian á Lakjuni 110
13. Steffan Kalsø 109
14. Erling Fles 91
15. John Hammer 90
16. Sigmund Jacobsen 74
17. Oddmar á Lakjuni 64
18. Ovi Nysted 63
19. Denni Conteh 57
20. Julian Samuelsen 31
21. Chris Cerroni 24
22. Kareem Smith 24
23. Mattias Samuelsen 22
24. Eli Simonsen 15
25. Álvur Christiansen 15
26. Atli Danielsen 10
27. Páll Klettskarð 6
28. Marek Vierzbicki 6
Miðal skoðsmál pr. dyst: 8,1




