Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Andreasen inn fyri Ova

John William Joensen

– Vit eru væl fyrireikaðir til dystin móti VB og hóast tað ikki verður ein lættur dystur, so er sera umráðandi at vit vinna okkara heimadystir, sigur KÍ venjarin Ove Flindt Bjerg

Tá vit hittu KÍ venjaran í morgun segði hann at allir menn vóru tøkir uttan Ovi Nysted sum hevur leikbann.
– Í staðin fyri Ova kemur Jan Andreasen at byrjað inni og annars er liðið tað sama, sum móti HB.
– Karstin Joensen stríðist við at koma aftur í venjing eftir skaðan hann fekk og tá hann kemur í røttu venjingina kemur tað at vera ein jøvn kapping millum hann og Mathias um málmansplássið, men higartil hevur Karstin verið til 14 venjingar og hóast tað gongur væl hjá honum, kemur at ganga ein tíð áðrenn beinini rættuliga eru komin fyri seg.

VB dysturin
KÍ venjarin vantar ikki nakran lættan dyst.
– Eg rokni við at VB verður meiri verjukent enn HB og tað er altíð trupult at spæla móti slíkum liðum, men um vit skulu vera í toppinum, er neyðugt at vit vinna okkara heimadystir og tí er eingin ivi um at vit fara eftir sigrinum, men tað kemur at krevja at allir leikarar offrað seg 100%.
KÍ venjarin hevur sera góðar vónir til dystin í dag og hann vónaði eisini at viðhaldsfólkini fóru at møta fjølment at stuðla KÍ, eisini tá støðan  er 0-0. 

Harleyfacadeacryl