Nú tað er klárt at Heðin á Lakjuni ikki verður við ímóti B36, hevur venjarin avgjørt at lata Jan Andreasen liðskiparabandið.
Tá KÍ liðskiparin verður valdur er ofta ein loynilig atkvøðugreiðsla millum leikararnar, sum so venjarin brúkar sum vegleiðandi – men tað er altíð venjarin sum hevur endaliga orðið at siga hesum viðvíkjandi.
Hóast KÍ hevur fingið nýggjan venjara, verður neyvna talan um at velja ein nýggjan liðskipara, so tá Heðin verður klárur aftur, verður hann framhaldandi liðskipari.
– Nú Heðin er skaddur havi eg gjørt av at Jan Andreasen verður liðskipari til dystin móti B36 í morgin, var stutta viðmerkingin frá KÍ venjaranum, Eyðun Klakstein




