Jan greiður eisini frá um HB er úti eftir styrki áðrenn midnátt.
Jan greiður eisini frá um HB er úti eftir styrki áðrenn midnátt.
Jan C. Dam og hinir í HB hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið. Tað staðfestir Jan eisini, men hóast styrk av Fróða Benjaminsen og Øssuri Dalbúð, so torir hann framvegis ikki at sikta hægri enn Europa League luttøku enn, sum ofta merkir topp 4.
– Vit hava prógvað fyrstu tvey umførini, at vit kunnu spæla upp ímóti NSÍ og Víkingi. Móti NSÍ spæla vit ein góðan dyst, og tað gera vit eisini ein part av dystinum móti Víkingi. Men vit vita ikki, hvussu verður seinni í kappingarárinum, tí royndir o.a. spælir inn. Higartil sær gott út, men fleiri av leikarunum, sum eru komnir til, hava ikki spælt enn og bæði Fróði og Øssur fara av landinum aftur okkurt tíðarskeið seinni í ár, so teir vera ikki við allar dystirnar, sigur Jan C. Dam.
Hann staðfestir endaliga, at Effohópurin hjá HB fær onga tilgongd á seinasta degnum, áðrenn flytingargluggin stongir.
Flytingar hjá HB undan kappingarárinum:
Inn: Tróndur Jensen, Ari M. Olsen,Jákup F. Hansen, Niklas Thomsen, Magnus Egilsson, Símin Hansen, ÁriM. Jónsson, Øssur Dalbúð
Út: Alex dos Santos, Rógvi S. Holm,Andrew av Fløtum, Levi Hanssen og Gunnar Haraldsen




