– Hendan komandi mánaðin ynski eg at brúka til at síggja núverandi HB hópin. Eftir tað fáa vit at síggja, um vit mangla nakað ella hvar vit serliga skulu arbeiða, sigur HB venjarin við Norðlýsið.
HB venjarin sigur, at teir í HB hava vant miðvíst síðani fyrst í november. Leikararnir høvdu steðg í ein mánaða eftir kappingina í 2015 og nú verður vant – bæði úti á vøllinum og inni í styrkisvenjingarhølunum – tríggjar ferðir um vikuna fram til jólar. Sambært Jan, so er tað ov seint at halda steðg fram til fyrst í januar, tá kappingin longu byrjar 5. mars. M.a. kann venjing í vetur forða fyri óneyðugum skaðum í fyrireikingini komandi ár.
Spurningurin hevur verið, um HB fór at styrkja um hópin, sum í løtuni í stóran mun er bygdur runt um egnar uppaldar leikarar. Jan sigur, at eingin støða er tikin til hetta enn. Tí hann ynskir at síggja, hvussu støðan í HB hópinum er. Har hugsar hann eisini um leikarar sum Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen og Poul Ingason, ið allir hava havt skaðar at dragast við. Afturat hesum er t.d. ein leikari sum Poul Thomas Dam, ið er beiggi HB venjaran, sum ynskir at royna seg aftur í bestu deildini eftir at skaðar o.a. hava gjørt, at hann ikki hevur spælt í bestu deildini í fleiri ár. Jan sigur, at komandi vikurnar koma at vísa, hvussu væl fyri hesir leikararnir eru umframt hvørjir ungir ‘nýggir’ leikarar kunnu vísa seg at vera góðir nokk. Einaferð í desember væntar HB venjarin, at hann hann gera sær eina mynd av HB hópinum, og hvar tað møguliga skal styrkur til.
Víkingur, B36, NSÍ og KÍ
Jan sigur, at alt tos um FM er lagt til síðis í HB fyri komandi kappingarár. Tí HB byrjar nærum av nýggjum, har bygt verður runt um lokalar leikarar. Hópurin verður eisini rættuliga ungur, og tí ræður um at geva tol, sum Jan vónar og væntar, at HB hevur. Hann vónar tó, at HB fer at arga liðini í ovaru hálvu, men vil ikki siga, hvar HB miðar eftir at enda.
– Víkingur og B36 síggja út sum tey sterkastu liðini, har Víkingar kanska eiga at vera teir svangastu. Síðani koma NSÍ og KÍ, sum bæði síggja sterk út og eg haldi heldur ikki, at vit skulu avskriva ÍF. Men enn er kanska ov tíðliga at siga, hvar liðini fara at enda.




