Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Ellingsgaard letur – helst – loyvið liggja í ÍF

Jákup Ósá

Bakkurin er júst blivin skaddur og tað hevur broytt ætlanirnar fyri komandi mánaðirnar.

Bakkurin er júst blivin skaddur og tað hevur broytt ætlanirnar fyri komandi mánaðirnar.

Jan Ellingsgaard hevur seinastu árini verið eyðsýndur á vinstra bakki hjá fuglfirðingum, sum hava fingið fast pláss í toppinum í føroyskum fótbólti, har teir á hvørjum ári síðani 2010 hava fingið heiðursmerki í antin landskapping ella steypakapping. Men eftir seinasta kappingarár var Jan ein av teimum, sum fór av landinum í lestrar ørindum. Síðani hevur verið ivamál um, hvar hann fór at spæla.

Hálva kapping í ÍF

Jan Ellingsgaard greiðir frá, at hann hevur havt ætlanir um at spæla í Danmark fram til í summar, men at hetta nú helst verður broytt.

– Eg bleiv skaddur í dag, tá eg fekk eina fiburspreinging í lærið. Hetta ger, at eg væntandi siti uttanfyri í meir enn ein mánaða. Ætlanin var at spæla við Skovbakken í Aarhus, men nú ivist eg. Eg hugsi um at hava loyvið liggjandi í Føroyum, so eg longu fyrst í juni kann spæla við ÍF, um alt gongur sum tað skal, sigur Jan Ellingsgaard við Norðlýsið.

11. umfar fer í gongd 1. juni, meðan tað ikki er óvanligt, at útisetar spæla restina av kappingini um neyðugt, tá teir eru komnir heim í summarfrí. Tá vera teir keyptir heim til tey seinastu umførini, tá lesturin niðri er farin í gongd aftur. Sostatt liggur tað í kortunum í løtuni, at ÍF fer at fáa gleði av Jan Ellingsgaard í umleið helvtini av kappingini í ár.