Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Elmar Sørensen vann 4. umfar í TF Vetrarkappingini

John William Joensen

Í gjár bleiv 4. umfar í TF Vetrarkappingini hildið í Sørvági. Rennast skuldi kl. 11.00, men orsakað av hálku bleiv útsett til kl. 13.00, og tá bleiv tað gott at renna. Teinurin knappir 12 kilometrar var frá Sørvági til Gásadalstunnilin og sama veg aftur. Líkindini at renna vóru góð. 


Rennararnir klárir til start

Vinnari hjá monnum gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treysti. Hann vann við tíðini 43.38 min. frammanfyri Hallur Holm og Rúna Seloy úr Bragdið við ávikavist 44.12 min. og 44.46 min. Jan Elmar og Hallur fylgdust út at venda, men eftir tað dróg Jan Elmar frá Halluri, og øktist munurin spakuliga alla vegin heimaftur. 


Jan Elmar kemur á mál sum tryggur vinnari

Eftir at hava drigist við skaða í nakrar mánaðir, luttók Rebekka Fuglø úr Treysti aftur og gjørdist hon nummar tvey. Vinnari gjørdist Rigmor N. Arge úr Hvirluni við tíðini 51.36 min. Tíðin hjá Rebekku gjørdist 53.08 min. Á triðjaplássi kom Duruta R. á Lofti úr Bragdinum við 53.32 min.


Ein vælnøgd Rebekka kemur á mál 

Í veteranbólkinum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treysti nummar tvey, aftanfyri Hall Holm og frammanfyri Hjalmar Sjóvará úr Bragdinum. Í superveteranbólkinum, sum Jens R. Weihe úr Frælsinum vann, gjørdist Gunnar Simonsen nummar tvey.

 
Guttorm og Gunnar á veg á mál

Genturnar Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og Elin K. Ryan gjørdu ein TRIPP-TRAPP-TREYSTI, tvs. blivu ávikavist nummar eitt, tvey og trý i nevndu raðfylgju.

 
Maria og Oddvør ávegis um málstrikuna

Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit TF VK-4 í Sørvági 17. jan. kl. 13.00.
Fleiri myndir frá renningini eru at finna her: Myndir TF VK-4 í Sørvági.

Fimta umfar í TF Vetrarkappingini verður í smb. við FM í Lendisrenning í Havn 7. februar.