Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Gardar tekur sæti í Klaksvíkar Býráð fyri Herfrí Sørensen

Nordlysid

Sambært skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 12. november fær Jan Gardar fundarboð til hendan býráðsfundin sum varalimur hjá Fólkaflokkinum fyri Herfrí Sørensen, sum verður burturstødd.

Sambært skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið 12.november fær Jan Gardar fundarboð til hendan býráðsfundin sum varalimur hjáFólkaflokkinum fyri Herfrí Sørensen, sum verður burturstødd.

 

Herfrí J. Sørensen, býráðslimur,hevur umvegis teldupost boðað borgarstjóranum frá, at hon verður burturstøddtil býráðsfundin 12. nov. 2015 og tí ynskir, at fyrsti varalimur floksins færboð at møta.

 

Sambært fundarútskrift fráValnevndini frá 14. november 2012 er fyrsti tiltakslimur Fólkafloksins Erling Petersen.

 

Men av tí at Erling Petersenlongu hevur sæti í býráðnum, tí annar býráðslimur á sama lista er í farloyvi,er neyðugt at kalla næstvalda tiltakslim inn.

 

Næstvaldi tiltakslimur er Óli M.Lassen, men hann hevur eisini boðað frá, at honum berst frá at møta.

 

Triðivaldi á listanum er JanGardar, og verður hann tí at møta vegna Herfrí J. Sørensen til býráðsfundin 12.nov. 2015.

 

Seinasta býráðsval, sum var í2012, fekk Jan Gardar 62 atkvøður.