Enn eitt av kommunalu starvsfólkunum hevur havt rundan starvsdag – eitt tekin um trivnað. Hátíðarhald varð hildið í býráðshøllini fríggjadagin 28. juli fyri Jan H. Askham, leiðara av kommunalu smiðjuni, í sambandi við at hann hevur starvast samfull 25 ár hjá Klaksvíkar Kommunu.
| Enn eitt av kommunalu starvsfólkunum hevur havt rundan starvsdag – eitt tekin um trivnað. Hátíðarhald varð hildið í býráðshøllini fríggjadagin 28. juli fyri Jan H. Askham, leiðara av kommunalu smiðjuni, í sambandi við at hann hevur starvast samfull 25 ár hjá Klaksvíkar Kommunu. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, helt stutta røðu fyri Jan, har hann m.a. kom inn á, at Jan í 1988 sum 17 ára gamal kom í læru í kommunalu smiðjuni, har abbin Egil Askham var smiðjumeistari. Longu í 1992 tók Jan við starvinum sum smiðjumeistari, tá abbin fór frá fyri aldur. Hetta var og er enn í dag nakað óvanligt, men vísir hetta samstundis, hvussu stórt álit Jan hevur frá fólkunum rundan um seg. Arbeiðsuppgávur smiðjunnar eru sera fjølbroyttar. Viðlíkahald av so at siga allari maskinpark kommununnar umframt at virka sum ráðgevari, tá nýggj amboð skulu keypast, eru nakrar av uppgávunum. Sum fleiri kunnugt hevur kommunan í ávísum førum gamlar bilar og amboð, og tá er gott við einum persóni sum Jan, ið gongur høgt uppí, at amboðini verða væl røkt og fáa neyðugt eftirlit. Smiðjan eigur sín stóra leiklut í, at fleiri maskinur eru í góðum standi hóast høgan aldur. At enda helt borgarstjórin, at hann bert kundi taka undir við teimum rósandi orðum, ið starvsfelagarnir hava at bera Jan. Jan er álítandi, altíð fúsur at loysa eina uppgávu og rætta eina hond, arbeiðssamur og dugnaligur, fyrikomandi og vinarligur. Síðani takkaði borgarstjórin Jan fyri 25 sera góð ár hjá Klaksvíkar Kommunu og ynskti honum alt tað besta framyvir. Fleiri myndir |




