Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Højgaard: Kappingarráðið rennir ørindi fyri embætisverkið í Havn

John William Joensen

– Vit høvdu bjartar vónir um at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík fór at gerast til nakað heilt serligt, men nú hevur kappingarráðið og embætisverkið í Havn givið stovninum deyðadóm, sigur formaðurin í fiskmannafelagnum Jan Højgaard

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur at avgerðin hjá kappingarráðnum um at loyva privatum at fáa monopol uppá trygdarskeiðini hjá sjómonnum kemur sera illa við og rakar hart.

– Tað er alment kent at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur verið ein torn í eygunum á embætismannaverkinum í Havn. Hóast politiskar ætlanir um at byggja eina nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík vóru komnar sera langt ávegis – so eydnaðist tað at leggjar forðingar fyri hesum ætlanum – og nú hava embætisfólkini í fiskimálaráðnum saman við nøkrum privatmonnum í Havn vunnið stórsigur.

– Avleiðingin av avgerðini hjá Kappingarráðnum er at allir sjómenn í Føroyum frá í summar skulu gjalda ovurhonds- stórt gjald til privatmenn í Havn – fyri at fáa kravdu trygdarskeiðini, og vinnupolitiskt skilji eg slett ikki hesa avgerð.

– Skal ein fylgja logikkinum hjá Kappingarráðnum so eigur alt annað skúlavirksemi í Føroyum eisini at verða privatisera. Ein 17 ára gamal ungdómur sum ætlar sær at royna sjóvegin, skal sambart avgerðini hjá Kappingarráðnum sjálvur gjalda ovurhondsstóra peningaupphæddir fyri neyðuga skúlagongd – men hann sleppur ókeypis á miðnámsskúla – og tað kann ikki verða rætt.

– Eftir øllum sólarmerkjum at døma so kemur føroyska FAS skipanin nú at fáa útlendsk reiðarríir hendan vegin – og tí síggja nakrir persónar í Havn sum hava beinini innan fyri tað almenna – sær ein góðan møguleika at tjena nógvar pengar – og tá ein samstundis tekur grundarlagið undan Trygdarmiðstøðini í Klaksvík – so verður eitt privat monopol burtur úr – og hesin stovnurin kemur sjálvandi at liggja í høvuðsstaðnum.

– Rokningin verður send til sjómannin – sum sambært avgerðini hjá Kappingarráðnum og embætisverkinum í Havn skal gjalda fleiri falt tað – sum verður goldið í dag – fyri at fáa neyðugu skeiðini.

– Á fundinum á Sjómannsheiminum gjárkvøldi kom fram at nú verður tað munandi bíligari hjá sjómonnum at fara til Hirtshals ella til Svørríki at taka trygdarskeiðini – og hetta er beint ímóti tí sum vit hava arbeitt við í longri tíð.

– Vit skutu m.a. upp at føroysku myndugleikar settu sum krav at skalt tú siglað við skipum undir føroyskum flaggi – so kravdist føroyskt trygdarskeið – og tað hevði skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum á Trygdarmiðstøðin í Klaksvík – men alt hetta er nú farið fyri bakka.