Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Højgaard nýggjur formaður í FF

Norðlýsið

Portalurin skrivar, at Jan Højgaard vann valið um formannssessin í Føroya Fiskimannafelag.

Tá atkvøðurnar vóru taldar upp fyri løtu síðan var greitt, at Jan Højgaard gjørdist vinnari av formannsvalinum í Føroya Fiskimannafelag. Tað skrivar Portalurin.

Atkvøðurnar vóru býttar soleiðis:
Jan Højgaard fekk 604 atkvøður (36%)
Dan R. Petersen fekk 531 atkvøður (32%)
Óli Jacobsen fekk 486 atkvøður (29%)

Jan Højgaard verður sostatt felagsformaður fyri Føroya Fiskimannafelag tey næstu trý árini.

Tilsaman vóru 1673 atkvøður sendar inn. Harav vóru 52 ógildugar ella blankar.