Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Joensen er so smátt farin til verka sum KÍ-venjari: Mikukvøldið verður fyrsta venjingin hjá KÍ í 2003

(
John Færø)

Hóast vit enn bert eru í fyrru helvt av januar mánað, so hevur nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Jan Joensen, tikið avgerð um at byrjað venjingarnar hjá KÍ longu í hesi vikuni. Fyrsta venjingin verður mikukvøldið.

Eftir fyrireikingar saman við hjálparvenjaranum, Olgari Danielsen, hevur Jan Joensen valt at KÍ longu nú skal byrja upp á tær fyrstu venjingarnar, sum síðani verða fylgdar upp við nøkrum testum av venjingarstøðuni hjá hvørjum einstøkum leikara.

Avtalur eru longu gjørdar við nøkur onnur fyrstudeildarfeløg um venjingardystir, og um veðrið annars loyvir tí, verður tann fyrsti venjingardysturin um hálvan februar.

Norðlýsið hevur havt eitt stutt prát við nýggja høvuðsvenjaran hjá KÍ, og greiðir eitt sindur nærri frá í blaðnum fríggjadagin.