Venjarin hjá KÍ sigur at 2-0 tapið í Norra sjálvandi ger at Molde hevur betra útgangsstøði til dystin á Svangaskarði, men at dysturin í Norra samstundis gevur klaksvíkingum trúgv upp á at tað ber til at vinna á Molde
– Tað er sjálvandi sera trupult at meta um hvørjar møguleikar vit hava, tí vit møta jú einum liði sum er mannað við fulttíðar yrkisleikarum.
Hinvegin er eingin ivi um at vit trúgva upp á møguleikan sum vit hava og fara at gera alt fyri at fáa sum mest burtur úr.
– Hinvegin so skal Molde ikki skorða um vit skulu koma víðari, og tí er tað umráðandi at vit eisini til hendan dystin hava eitt varligt útgangsstøði, kryddrað við áleypsinnaðum leikarum.
Alt kann henda
Jan Joensen hevur eins og Harley Bertholdsen, leikt allar 13 europa cup dystirnar sum KÍ hevur leikt higartil og út frá royndum veit Jan at KÍ hevur møguleika.
– Um rætti stemningurin verður á Svangaskarði, so hava vit fyrr megnað at vunnið, og hvør veit um tað hesuferð ikki verður nokk til at vit megnað spæla okkum víðari í kappingini?




