Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Lamhauge: Løgfrøðiliga kanningin hjá Sjúrður Rasmussen verður ikki við í sendingini

John William Joensen

Hóast løgfrøðiliga kanningin hjá Sjúrður Rasmussen, fríkennir Kára P. Højgaard fyri at hava gjørt nakað ólógligt, so tvíhelt sjónvarps sjournalisturin, Jan Lamhauge, um at sending um Skálafjarðartunnils-málið, verður send óbroytt í kvøld sum ætlað og uttan at einsta løgfrøðilga kanningin sum er gjørd av øðrum enn Innlendismálaráðnum sjálvum verður tikin við ella tikin hædd fyri í sendingini.

Hóast løgfrøðiliga kanningin hjá Sjúrður Rasmussen, fríkennir Kára P. Højgaard fyri at hava gjørt nakað ólógligt, so tvíhelt sjónvarps sjournalisturin, Jan Lamhauge, um at sending um Skálafjarðartunnilsmálið, verður send óbroytt í kvøld sum ætlað og uttan at einsta løgfrøðilga kanningin sum er gjørd av øðrum enn Innlendismálaráðnum sjálvu verður tikin við ella tikin hædd fyri í sendingini.

Hetta gjørdi hann greitt í tíðindasending hjá Kringvarpinum á middegi.

Jan Lamhauge segði seg enntá ivast í arbeiðsháttinum hjá viðurkenda løgfrøðinginum og ró fram undir at landsumsitingin hevið ein sera løgnan arbeiðshátt.

– Eg ringdi til Sjúrða Rasmussen og spurdi hvønn hann hevði tosað við tá hann gjørdi kanningina, men hann svarði at tað hevði hann onga viðmerking til, segði Jan Lamhauge m.a.

Sostatt verða nýggjastu upplýsingarnar ikki tiknar við tá sendingin í kvøld verður send eftir dag og viku.

Harleywoodpaint