Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Mortensen nýggjur stjóri í FT Samskifti

John William Joensen

Jan Mortensen er settur sum stjóri í FT Samskifti, ið hevur um hendi menning, sølu og marknaðarføring av tænastum hjá Føroya Tele.

Jan Mortensen er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum í 10 ár

Nevndin í FT Samskifti hevur sett Jan Mortensen sum stjóra í FT Samskifti frá 1. januar 2008.

FT Samskifti hevur um hendi menning, sølu og marknaðarføring av tænastum hjá Føroya Tele.

Jan Mortensen er 49 ár og hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum seinastu 10 árini. Undan tí var hann stjóri í Ferðaráðnum í fýra og eitt hálvt ár. Hann var útbúgving sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1986, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann sum management-ráðgevi hjá ráðgevandi fyritøkuni Peter Matthiesen í Keypmannahavn í sjey ár.

Jan Mortensen hevur umboðað Arbeiðsgevarafelagið í ymsum nevndum. Eitt nú hevur hann sitið í nevndini fyri ALS í 10 ár.

Jan Mortensen verður sum stjóri í FT-samskifti limur í samtaksleiðsluni í Føroya Tele, har Kristian Davidsen er samtaksstjóri.

17 umsóknir vóru til stjórastarvið í FT Samskifti.