Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jan Ó. Ellingsgaard valdi barndómsfelagið

Jógvan Andersen

Hóast tilboð frá fleiri feløgum í Effodeildini, so fall valið á barndómsfelagið hjá Jan Ó. Ellingsgaard, sambært keldum hjá Norðlýsinum.

Sum skilst hevur serliga Skála víst áhuga fyri Jan Ó. Ellingsgaard, sum í ár spældi við NSÍ, har hann til tíðir hevði trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum. Men Jan hevur sambært keldum valt at fara aftur til barndómsfelagið ÍF. Fyri tíð síðani skrivaðu vit um, at Jan helst fór til antin Skála ella ÍF.   

Sostatt hevur ÍF á pappírinum brynjað seg væl til at steðgurin í næstbestu deildini verður stuttur. Tí lyklaleikarar sum liðskiparin Bogi R. Petersen og toppskjútin Dánjal á Lakjuni halda eisini fram í felagnum, hóast niðurflyting og áhuga frá øðrum feløgum.

27 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard hevur – burtursæð frá í 2017 – bara umboðað ÍF í Føroyum.