Í samband við myndakappingina hjá PhotoCare vann Jan Andreasen eitt digital myndatól.
Í februar mánaði, bjóðaði PhotoCare fram møguleikan, har børn yngri enn 1ár, kundu blíva avmyndaði í atelierinum hjá PhotoCare.
Hópin av fólki tóku av hesum møguleikanum, og tá ið allar myndirnar vóru framkallaðar, blivu myndirnar stillaðar fram í PhotoCare.
Eftir hetta kundu fólk støkka inn á gólvi, og atkvøða fyri bestu myndini. Rættiliga nógv fólk hava hesar seinastu 3 vikurnar leita sær inn á gólvi, siga tey frá PhotoCare.
Mánadagin 4. apríl var málarin og myndamaðurin Høgni Thomsen í PhotoCare, og dróg millum øll, ið høvdu atkvøtt




