Jan Ziskasen, sum er KT-stjóri í London hjá amerikansku stórfyritøkuni KRAFT FOODS, hevur í dag keypt 49,5% av partabrøvunum í Kemilux.
Debes Petersen, stjóri á Kemilux, váttar fyri Norðlýsinum at hann og Jan eiga nú hvør síni 49,5% og Eyðfinn Jacobsen eigur eitt prosent.
Debes Petersen fer framhaldandi at vera stjóri fyri Kemilux.




