Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jancy Biskopstø Klein leiðari á Sosialu deild í Tórshavnar Kommunu

Tíðindaskriv

Tórshavnar kommuna hevur sett Jancy Biskopstø Klein í starv sum leiðara fyri sosialu deild.

Jancy er útbúgvin sosialráðgevi og hevur tikið diplomprógv í leiðslu. Hon hevur drúgvar royndir sum sosialráðgevi í Danmark og Føroyum. Hon kemur úr starvi sum eindarleiðari í Trivnaðardeplinum á Almannaverkinum, og hevur áðrenn tað verið leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar kommunu í 12 ár.

Sosiala deild í Tórshavnar kommunu fevnir um barnaverndartænastuna og ymsar almanna- og heilsuskipanir, so sum barnatannrøkt, SSP-samstarv, kommunulæknaskipan og serflutningstænastu. Deildin umsitur eina samlaða rakstrarjáttan á uml. 50 mió kr., og á deildini, sum heldur til á Vaglinum, starvast 22 fólk.

Jancy Biskopstø Klein tekur við starvinum 1. desember 2016.