Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jann Ingi avskrivar ikki B68

Jákup Ósá

B68 liðskiparin hevur ongan sáttmála næsta ár.

– Eg havi ikki tosað við nakran enn, so eg dugi illa at siga, hvar eg spæli í 2015, sigur Jann Ingi Petersen.

Jann Ingi Petersen skifti til B68 frá Víkingi undan hesum kappingarárinum. Men nú er B68 flutt niður og spurningurin er, hvar B68 liðskiparin spælir næsta ár.

– Eg havi ikki tosað við nakran enn. Hvørki B68 ella nakað annað felag. Tað vænti eg hendir, tá kappingin er liðug. Eg skal als ikki avskriva B68, men um okkurt ”dykkar” upp, so veit ein aldrin. Men eg fari so í øllum førum ikki langan veg. Tað verður her á leiðini, um so verður, at eg skifti felag, sigur Jann Ingi Petersen í stuttari viðmerking.