Tað er okkurt ið bendur á, at Jann Ingi Petersen verður B68 leikari í 2014.
Tað er okkurt ið bendur á, at Jann Ingi Petersen verður B68 leikari í 2014.
Jann Ingi Petersen skifti undan hesum kappingarárinum til Víking frá niðurflytarunum B68. Hann hevði annars sáttmála við B68 eisini fyri í ár. Nú er støðan tann, at B68 hevur flutt upp, men Jann Ingi hevur framvegis sáttmála við Víking fyri næsta ár. Sjálvur er høvuðspersónurin ikki avvísandi fyri møguleikanum at skifta aftur til B68, tá nordlysid.fo hitti hann.
– Jú eg havi hoyrt hasar søgurnar og havi eisini tosað við B68. Tað verður ringt at umganga, tá man býr og arbeiðir her á leiðini. Eg ætlaði mær ongantíð at skifta úr B68, men so broyttust umstøðurnar. Og nú kemur tað so ikki uppá tal at skifta til nakað annað lið enn B68. Men eg havi sáttmála við Víking sum nú er, og so má tíðin vísa, hvat hendur. Eg vænti ikki, at tað gongur so leingi, áðrenn alt er komið uppá pláss viðv. mínari fótbóltsframtíð, sigur Jann Ingi Petersen við nordlysid.fo.
Tað at Jann Ingi Petersen hevur sáttmála við Víking fyri næsta ár kann fyri mong tykjast sum at tað verður trupult at skifta felag. Men í hesum førinum slapp Víkingur at fáa Jann Inga leysan úr B68 sáttmálanum fyri einum ári síðani, og tí er ikki óhugsandi, at tað nú verður lættari at skifta hinvegin aftur, hóast leikarin er sáttmála bundin.
Og hóast tað ikki er komið á mál enn, so tykist tað vera góður møguleiki fyri, at Jann Ingi Petersen aftur verður í barnsdómsfelagnum næsta ár. Hetta passar eisini væl inní nýggja B68 koseptið, at B68 í stóran mun satsar uppá egið fólk við einstøkum profilum uttanífrá.
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen




