Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jarðir: Tingfólk manipulera og forvreingja sannleikan

Símun Gullaksen, stjóri í Jarðir

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Fylgdi við í 2. viðgerð av fíggjarlógini í gjár, og sjálvandi hevði málið, sum viðvíkur einari játtan til Bóndafelagið og Óðalsfelagið mín serliga áhuga.

Eg má siga, at tað er sjokkerandi hvussu manipulerandi summi tingfólk kunnu verða, og hvussu nógva orku man leggur í at forvreingja veruleikan.

Øll ferðavinnan og landbúnaður søknast eftir at finna eina hóskandi loysn viðv. gongd í haga.

Tá ið vit hava heitt á mynduleikarnar um at fáa eina fíggjarliga hjálp, so er hetta við tí endamáli at vit reint fyrisitingarliga, til skrivstovu, kunnu verða ein meiri aktivur partur av at loysa málið.

Viðv. appini, vit hava nevnt sum ein møguleika til fráboðanarskipan, so er hetta IKKI nøkur sporingsapp, men ein fráboðanarskipan. Somuleiðis hava vit víst á, at við einari slíkari elektroniskari skipan verður møguligt at sleppa frá gjaldsportum vm.

Vit eru so teir einastu enn, sum eru komnir við einum ítøkiligum uppskotið til eina loysn.