Nú landsstýrið hevur sent løgtinginum uppskot til fíggjarlóg 2014 er greitt at ongantíð áður er so nógvur peningur brúktur til útbúgving og gransking, sum í 2014 verður uppskotið hjá Landsstýrinum samtykt óbroytt.

Beint áðrenn kreppuna brúki landskassin (2007) tilsamans 695.798 túsund kr. til útbúgving og gransking og síðani er játtanin hækka næstan 200 mió. kr.
Á seinasta roknskapinum hjá landskassanum (2012) vóru 827.137 tús. Kr. brúktar til sama økið og á fíggjarlógini fyri 2014 er skotið upp at brúka 867.109 tús. Kr. og er hetta tað mesta sum landskassin nakrantíð hevur brúkt til útbúgving og gransking.
Í mun til 2012 skjýtur landsstýrið upp at hækka játtanina:
Fólkaskúlin + 14 mió.
Miðnámsútbúgvingar + 14 mió.
Hægri útbúgving og gransking + 5 mió.
Lestrarstuðul +8 mió.
Í 1999 var játtanin til útbúgving og granskin (445.763 tús. Kr.) eina helvt lægri enn hon ætlandi verður í 2014.
Sí viðheftu talvu (Excl) niðanfyri