Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús minkar og íløgur strikaðar

John William Joensen

Hóast samlaða játtanin til Klaksvikar Sjúkrahús hækkar eitt vet, er hækkingin minni enn lønarvøksturin. Samstundis sæst at virksemið á Sjúkrahúsinum seinastu árini er nógv øktur.

Sambært fíggarætlanini fyri 2019, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum júst hevur lagt fram, eru innleggingarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, eins og á hinum sjúkrahúsunum minkandi.  Men sambært somu tølum er aktiviteturin á KS vaksandi.
 
Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum skrivar soleiðis í fíggjarætlanini fyri 2019:

….Játtanin í 2019 verður hækkað við 4.014 tús. kr. vegna lønarhækkingar í 2018 og 2019 og hækkað arbeiðsgevaragjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Játtanin er lækkað við 410 tús. kr. í rationaliseringum…..
 
Rokn. í 2017    Játtan í 2018   Fíggjarætlan 2019
68.972             68.672             72.276
                       
15 mió. kr. íløgum strikaðar
Í ár (2018) stóðu 15 mió. Kr. Játtaðar til Íløgur í Klaksvíkar Sjúkrahús, men her standa 0 kr. Komandi ár. Landsstýrið viðmerkir einans at ætlanirnar á KS blivu av ongum.
 
Samstundis flytir landsstýriskvinnan í fíggjarmálum óbrúktar íløgupengar hjá Landssjúkrahúsinum til komandi ár at brúka á Landssjúkrahúsinum
 
Landsstýrið játtar tó 3,5 mió. Kr. Til íløgu í gomlu læknahúsini har miðstøð, har nýggj endurmenningarmiðstøð verður bygd.
 
11.20.3.11. Klaksvíkar sjúkrahús (Løgujáttan)
Í 2016 vóru 2 mió. kr. játtaðar til bygningsdagføringar, og í 2017 vóru 1,5 mió. kr. játtaðar til at umvæla og nýgera skaðastovuna, umframt til høvuðsinngongd og tekju til økið, har sjúkrabilarnir standa. Tað arbeiðið er ikki alt liðugt.
Í 2018 og í ætlanini fyri 2019 varð játtan veitt til hølisumvælingar, útbúnað og uttanumøkið. Henda ætlan bleiv av ongum.
Í 2018 og 2019 verða tilsamans 6 mió. kr. játtaðar til at dagføra læknahúsini (gula hús) til eina endurmenningarmiðstøð, har nýtt viðgerðartilboð innan endurvenjing (neurorehabilitering) fer at verða veitt.
Játtanin til endamálið í 2019 er 3,5 mió. kr.