Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Játtanin til studentaskúlan í Hoydølum lækkar komandi ár

John William Joensen

Tekniskiskúlin í Klaksvík hevði 18,2 mió. kr í 2015 og komandi ár fær hann 19,5 mió. kr. Harafturat er Sjónám sum m.a. hevur trygdarskeið og sjómannskúla, eisini undir Tekniska Skúla, tann sama játtan komandi ár nevniliga 5 mió. kr.. Samlaða játtanin sum Tekniski skúlin umsitur er einar 30 mió. kr og skúlin hevur eini 40- 50 fólk í føstum starvið. Játtanirnar til skúla eru í stóran mun reglueraðar eftir næmingatal.

Játtanin til privatar skúlar hækkar úr 4,6 mió. kr upp í 5,6 mió. kr.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy

Fekk 24,5 mió. játtað í 2015 og hækkar í 2016 upp í 25,000.

Føroya Studenta og HF-seki (Hoydalar)

Hevði 65 mió kr. á fíggjarlógini 2015 men fær 64,2 mió. kr i 2016.

Klaksvíkar HF skeið

Hevði 3,9 mió. kr í 2015 men hækkar upp í 4,5 mió. kr. í 2016.

Miðnámsskúlin í Suðuroy

fer úr 11 mió. kr. í 2015 upp til 11,2 mió í 2016.

Føroya Handilsskúli

Hevði 35,5 mió. kr. í 2015 og fær 36,2 mió. kr. í 2016.

Tekniskiskúlin í Tórshavn

Hevði 31,2 mió kr. í 2015 og ær 31,5 mió kr. í 2016.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Fær somu játtan á kr. 5,9 mió. kr. komandi ár.

Heilsuskúlið Føroya í Suðuroy

Fekk 5,3 mió. kr. í 2015 og fær 5,4 mió. kr í 2016

Føroya Brandskúlið

Fær somu játtan 1,6 mió. kr. komandi ár.

Vinnháskúlin

Fær eisini hægri játtan úr 22,4 mió. kr 2015 til 22,9 mió. í 2016

Fróðskaparsetur Føroya

Fekk í 2015 tilsamans 77 mió. kr og fær í 2016 kr. 80,3 mió. kr.

Stuðul til lesandi

Hækkar úr 114 mió. kr. í 2015 upp til 118 mió. kr í 2016

Lestrarlán

Minni verður avsett til lestrarlán komandi ár. Í 2015 vóru avsettar 12,443 mió kr. men komandi á rminkar hettar niður á 11,9 mió. kr.

Føroyahúsið í Keypmannahavn

varðveitur játtan á kr. 1,6 mió. kr.