Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin brúkt 4 milliónir meir enn flokkurin hevur tjent

John William Joensen

Eftir at hava selt Sosialin fyri 10 mió.kr. í 2006 til nøkur starvsfólk á Sosialinum og almenna partafelagið Telefonverkið, átti Javnaðarflokkurin 11 mió. kr. kontant á bók og eginognin hjá flokkinum var eisini 11 mió.kr. við árslok 2006.

Eftir at hava selt Sosialin fyri 10 mió.kr. í 2006 til nøkur starsvfólk á Sosialinum og almenna partafelagið Telefonverkið, átti Javnaðarflokkurin 11 mió.kr. kontant á bók og eginognin hjá flokkinum var eisini 11 mió.kr. við árslok 2006.

Nú sjey ár seinni er eginognin lækkað við 3,9 mió.kr. og er hon nú 7,1 mió.kr. Samstundis er tøka gjaldføri minkað úr 11 mió.kr. fyri sjey árum síðani til 1,5 mió.kr. við árslok 2013.

Tað vil siga at Javnaðarflokkurin hevur brúk 3,9 mió.kr. meir enn flokkurin hevur tjent hesi seinastu sjey árini. Orsøkin til at gjaldføri er so nógv minni er, at Javnaðarflokkurin endurstovnaði smápartafelagið Sp/f Húsið.

Sp/f Húsið keypti fyri tveimum árum síðani í 2012 eina ogn við Niels Finsensgøtu í Tórshavn. Keypsprísurin var 4.250.000 krónur. Síðan tá hevur Javnaðarflokkurin lænt hesum felagnum pening, fyrst til keypið, og síðan til umvælingar av ognini. Í dag hevur Javnaðarflokkurin 5,5 mió.kr. tilgóðar hjá sínum egna smápartafelag.

At Javnaðarflokkurin nú ikki ynskir at læna meir pening til Sp/f Húsið framgongur av tinglýsingini, tí í hesum mánaðinum hevur Eik Banki fingið 1. veðrætt í ognini uppá 700.000 krónur. Í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin valt at víkja við sínum panti, sum er uppá 6 mió.kr. fyri nýggja veðhaldinum til Eik Banka.

Orsøkin til at Javnaðarflokkurin hevur brúkt 3,9 mió.kr. meir enn flokkurin hevur tjent er, at Javnaðarflokkurin hevur havt hall á roknskapinum 5 av teimum seinastu 7 árunum. Serliga er tað í 2008 og 2011 at undirskotið var stórt. Í 2008 var undirskotið 1,7 mió.kr. og í 2011 var undirskotið 2,1 mió.kr.

Javnaðarflokkurin er ríkasi flokkur í Føroyum, men nú stórsti parturin av ognini er bundin í fastogn í miðbýnum í Tórshavn, er tøka gjaldføri hjá Javnaðarflokkinum avmarkað til 1,5 mió.kr.