Javnaðarhugsónin er drívmegin í menningini av vælferðarsamfelagnum.
Fundarsamtykt frá Landsstevnu Javnaðarfloksins!
Hetta er kjarnin í okkara hugsjón, og tí hava vit besta boðið upp á, hvussu vælferðin skal tryggjast, mennast og útbyggjast.
Størsta politiska avbjóðingin hjá Javnaðarflokkinum er at framtíðartryggja vælferðina. Til tess at náa hesum bjarta máli, er eisini neyðugt at framtíðartryggja búskapin. Vælferð og búskapur hanga neyvt saman.
Vælferðin er ikki komin av sær sjálvari, og ein sterkur búskapur kemur heldur ikki av sær sjálvum. Javnaðarflokkurin vil taka neyðugu stigini, bæði hvat viðvíkur inntøkum og útreiðslum.
Tilvildarligar skerjingar á fíggjarlógini fremja ongan framburð. Heldur skulu vit taka burtur útreiðslur, sum als ikki hoyra heima á einari fíggjarlóg, eitt nú stuðulsskipanir og bygnaðarligar skeivleikar. Ikki minst ræður um at útvega landinum størri inntøkur á samhaldsføstum grundarlag. Skattastigin skal gerast rættvísari, og harumframt eigur skattagrundarlagið at breiðkast við t.d. tilfeingisgjaldi, skatting av samfelagsskaptum vinningi og umhvørvisgjøldum.
Landsstevnan fegnast um, at tað eru gjørd stór framstig á útbúgvingarøkinum, at samhaldsføst heilsutrygging verður sett á stovn, at arbeiðsloysistryggingin er styrkt munandi, eins og at batar eru gjørdir í barsilsskipanini.
Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysistølini eru hækkandi. Hetta eru ikki bert óheppin hagtøl, tí arbeiðsloysið snýr seg tvørturímóti um menniskju, har tilverugrundarlagið verður hótt, og tilveran gerst ótrygg. Hesum skal byrgjast upp fyri. Tí skulu øll tiltøk setast í verk fyri at forða arbeiðsloysi millum øki og bólkar í landinum. Serliga vil Javnaðarflokkurin tryggja unga ættarliðnum holl útbúgvingartilboð, bústaðarmøguleikar og arbeiði.
Landsstevnan undrast á, at Arbeiðsgevarafelagið ikki hevur brúkt góðu tíðirnar til at skipa fyri eini fastlønarskipan í høvuðsvinnuni, heldur enn nú at eymka seg um, at avtalan um arbeiðsmegi úr ES-londunum fer úr gildi, tí arbeiðsloysið er vaksandi.
Ein almennan realkreditt
Bankarnir hava fingið sítt. Føroya fólk hevur borið teir á sínum herðum síðani fyrst í 90 árunum. Nú eiga peningastovnarnir at taka ábyrgd. Tað má vera eitt krav, at lága rentan og bankapakkarnir koma fólkinum og vinnuni til góðar. Higartil hava vit bert sæð, at rentumarginalurin er hækkaður og brúkaragjøldini eru økt.
Landsstevnan heldur, at landið eigur at seta á stovn eitt alment realkredittfelag, sum veruliga kann geva føroyskum sethúseigarum góða fígging. Tað hevði veruliga munað hjá tí einstaka húskinum.
Veðurlagspolitikkur.
Landsstevnan fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa allar flokkar at taka undir við, at tað eisini í Føroyum er neyðugt at vísa altjóða samhaldsfesti í samband við umhvørvið. Tað snýr seg um at tryggja, at Føroyar eru burðardyggar og vinna altjóða viðurkenning fyri burðardyggleika. Tað er fyritreytin fyri vinnuligum framburði og fyri framtíðar fiskivinnu.
Eftirlønarnýskipan
Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fremja eina eftirlønarnýskipan, sum fleiri undanfarnar samgongur hava roynt. Eftirlønarskipanin er týðandi partur av okkara vælferðarsamfelag. Til tess, at samfelagið eisini í framtíðini orkar at lyfta skyldurnar á eldraøkinum, mugu størri tillagingar gerast nú. Tað er tí avgerandi, at Javnaðarflokkurin ávirkar eftirlønarnýskipanina, ið byggir á 3 meginsúlur: fólkapensjónina, samhaldsfasta og eginuppsparing til pensjón.
Kommunureformur
Landsstevnan tekur undir við, at ein kommunureformur verður settur í verk. Treytirnar eru, at vit vísa varsemi, tá tað ræður um at leggja tær mest grundleggjandi vælferðartænasturnar út til kommunur, ið enn ikki hava sæð dagsins ljós.
Hin vegin eigur støða beinanveg at verða tikin til framtíðar kommunala Føroyakortið við lóg. Næsta kommunuval eigur ikki at vera fyrr enn til ásettu tíð í 2012. Hetta vil geva nýggju kommunum tíð til at skipa síni samstørv. Tað er ein meginregla, at allur skattur eigur at vera samhaldsfastur og progressivur.
Okkara sosialdemokratiska projekt verður at brúka alla okkara orku at framtíðartryggja ein búskap og ta vælferð, sum vit ynskja at bjóða okkara fólki.




