Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin fundaðist við eittans reiðarrí

John William Joensen

Tað hevur vakt ans í vinnuni at Javnaðarflokkurin var á fundi við ávísar reiðarar í Gøtu, men Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna sigur at fundurin kom í lag eftir ynski frá vinnufelagnum

Nógv orðaskifti hevur verið um svartkjaftabýtið sum Jacob Vestergaard hevur staði fyri. Tað endaði við at Javnaðarflokkurin kravdi samgongufund um málið og endin var at avtalað varð gjørd um at eftirmeta býtið til komandi ár.

Men tað hevur vakt ans í vinnuni at Javnaðarflokkurin stutt framanundan samgongufundinum var á fundi við reiðararíið, Vinnan í Gøtu, sum er eitt av fleiri, ið hava áhuga í svartkjaftinum.

Øll sleppa á fund við Javnaðarflokkin
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum vísir aftur at samband er millum fundin við reiðarríið Gøtu og tað at flokkurin hevur kravt eina endurskoðan av svartkjaftabítinum.

– Vinnan í Gøtu ynskti at fáa ein fund við tingmanningina hjá Javnaðrflokkinum og tað er einki løgið í hesum, tí øll sum ynskja fund við okkum fáa tað.

– Teir fingu so ein tíma at greiða frá sjónarmiðum sínum og meira eigur ikki at verða lagt í tann fundin.

– Tað sum vit hava ført fram á fundi í samgonguni – er at fáa eina grundgeving fyri framda býti.  Her tosað vit als ikki um hvør skal fáa hvat, men um prinsippir og vit gjørdu so eina semju, sum í stuttum merkir at svartkjaftabýti skal eftirmetast áðrenn kvoturnar verða býttar komandi ár.

– Øll sum hava meining um málið og ynskja at sleppa á tal við okkum eru vælkomin, sigur Eyðgunn Samuelsen at enda.