Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin í Tórshavn og Klaksvík

John William Joensen

Fyri løtu síðan legði Føroya Løgmaður trýst á leiðslurnar í Framsókn og Tjóðveldi eftir at Javnaðarflokkurin misti borgarstjórasessin í Tórshavnar Býráð. Aksel segði tað verða sera ódemokratiskt at Heðin Mortensen, sum fekk fleiri atkvøður at nýggju samgongufólkini tilsamans, var koppaður á slíkan hátt.

Men fyri júst fýra árum síðan var sama støðan í Klaksvík, og tá var Javnaðarflokkurin júst avgerandi atkvøðan fyri at táverandi atkvøðuslúkurin, Gunvá við Keldu, ikki slapp at halda fram sum borgarstjóri. Javnaðarflokkurin hevði einans eitt umboð í býráðnum, nevnuliga systur løgmann, og hennara atkvøða var avgerandi fyri at táverandi borgarstjórin, sum fekk nógv flestar atkvøður ikki kundi halda fram.

Ilt er at meta um hvat hendir í løgtinginum ella á Vaglinum – tí sum løgmaður segði, í samrøðu við Kringvarp Føroya kom Aksel við uppskoti um at Javnaðarflokkurin saman við Tjóðveldi og Framsókn finna saman fyri at skipa samgongu, tí sambært honum var tað ódemokratiskt at ein flokkur við so fáum atkvøðum fekk borgarstjóran. Alt er ikki liðugt enn segði Løgmaður og legði hann harvið trýst á sínar samgongufelagar.