Sigur sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, sum ikki vil lata um seg ganga at ein ikki kann siga sína meining um rættindini hjá teim samkyndu
Vit ringdu til Gerhard Lognberg og bóðu um eina viðmerking til tíðindskrivið hjá starvsnevndini í Javnarflokkinum, har sjógvur verður lagdur ímillum skrivingina hjá honum í fjølmiðlunum og stjøðuna hjá Javnaðarflokkinum.
– Teir eru vælkomnir at siga tað, sum teir meina um evnið, men eg havi eina greiða støðu í hesum málinum.
– Eg havi sagt mítt og tað standi eg við. Sjálvur havi eg breiðan rygg og hóast hóttanir um útsmitan so fari eg ikki at broyta meining.
– Eg havi sagt tað at um ein samkyndur skrivaði í umsókn síni til lærarastarv í fólkaskúlanum, at hann var samkyndur, so hevði eg ikki sett viðkomandi í starv. Hetta haldi eg fast við.




