Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin lat ikki orð falla um fiskidagabanka í fýra ár

John William Joensen

Fleiri av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum eru í valdystinum farin at tosa um fiskidagabanka.

Samstundis finst onkur teirra at førda fiskivinnupolitikkinum. Tí hendan rættleiðingin.

At siga einki hevur verið at hoyrt um fiskidagabanka frá Javnaðarflokkinum alt samgonguskeiðið, heldur tvørturímóti. Eittnú arbeiddu vit í samgonguni við uppskoti um, at landið skuldi kunna selja óbrúkt og nýggj rættindi, uttan tó at taka teppið undan verandi vinnu. Javnaðarflokkurin tók ikki undir við, at uppskotið varð lagt fyri Tingið, tí Fólkaflokkurin var ímóti. Tíverri leggur Javnaðarflokkurin seg ov ofta flatan fyri Fólkaflokkinum.

Fleiri týðandi broytingar eru hinvegin gjørdar seinastu fýra árini. Millum annað er ognarrætturin til rættindini aftur endaliga staðfestur hjá fólkinum við tað, at loyvini ganga út í 2018 og kunnu síðani endurnýggjast. Javnaðarflokkurin sigur seg hava framt hetta einsamallur. Tað er ikki satt.

Rætta søgan
Landsstýrið legði uppskot fyri Tingið at staðfesta ognarrættin. Tá mótstríðandi løgfrøðiligar útmeldingar komu um uppskotið, vildi Javnaðarflokkurin, (Hendrik Old tó undantikin), hava uppskotið tikið aftur, fyri heldur at lata rullandi skipanina frá 1989 halda fram. Boð um hetta komu frá løgmanni. Hetta vildu vit í Sambandsflokkinum ikki.

Sambært umsiting og løgfrøðingi, sum vit hildu okkum til, var uppskotið í lagi. Vit vildu tó hava allan iva burtur um hetta týdningarmikla mál, og við smávegis broytingum fingu vit allar flokkar, uttan Sjálvstýrisflokkin, at taka undir við endaliga uppskotinum. Eitt bragd í sjálvum sær.

Javnaðarflokkurin hevur hvørki í fiskivinnu- ella skattamálum víst í verki tann politikk, sum verður lagdur fyri dagin í teirra valskrá. Seinastu fýra árini hevur, sum so mangan fyrr, verið ilt at fáa eyga á mun millum C og A. Veljið tí B.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Sambandsflokkurin