Ólavsøkudag 29. juli frá kl. 16 – 21 letur Javnaðarflokkurin dyrnar upp á loftinum í Niels Finsensgøtu 14. Lagt er upp til ólavsøkuhugna við práti og kjaki afturvið einum drekkamunni ella øðrum leskandi.
Klokkan 19 er tónleikur á skránni, tá Signar í Homrum kemur at spæla nøkur løg.
Øll eru hjartaliga vælkomin!



