Jenis av Rana heldur lítið umjavnaðarpolitikkin hvat pensjónini viðvíkur.
– Tað sum eg veit um javnaðarpolitikk,og tað er nógv, so er tað ikki at føra fólkaflokspolitikk ogfara eftir teimum veikastu eftir pengum. Um tað var JørgenNiclasen, sum var á røðarapallinum og tosaði nú vit hoyrdu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, so hevði eg skilttað, men tað var ein javnaðarkvinna.
– Samhaldsfasti eftirlønargrunnurinræður í Føroyum, legði Jenis av Rana afturat og spurdi, um taðikki skurraði í oyrunum á tingfólkum. Vit eru evsta vald íFøroyum, men nú verður tað ein nevnd í samhaldsfasta, ið hevursíðsta orðið, hvat pensjónistum viðvíkur.
– Eg skilji ikki, at ein fittur maður og skilagóður maður setur hesa kósina, ið eg kalli fyri eina sjálvmorðskós, segði Jenis at enda.




