Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðu við 10 leikarum

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar hava spælt týðandi toppdyst á Skála í kvøld. 

Tá sá annars einki út hjá KÍ, tí í 58. minutti legði Birna Johannesen EB/Streym/Skála á odda. Og tá 72 minuttir vóru leiktir, so fekk Maria K. Thomsen hjá KÍ reytt kort. Sostatt sá einki út hjá KÍ, sum á útivølli var aftanfyri og spældi við einum leikara í undirtali ímóti oddaliðnum. Men longu í 76. minutti javnaði KÍ, tá Olga Kristina Hansen skoraði. Endaliga úrslitið var 1-1.
Sostatt er munurin tann sami millum liðini. Bæði hava fult stigatal burtursæð frá innanhýsis dystunum, har allir tríggir dystirnir eru endaðir við javnleiki. KÍ hevur betri málmun, men heldur hendan gongdin sær, so verður avgerandi dysturin í Klaksvík í síðsta umfarinum, tá júst hesi bæði liðini møtast.