NSÍ og KÍ hittust ídag, 2. páskadag, til steypadyst í Runavík. Áskoðararnir fingu ein vælleiktan og tættan dyst at síggja. KÍ kom á odda tíðliga í seinna hálvleik, meðan NSÍ javnaði tá bert uml. 5 minuttir vóru eftir at leika.
Tað var við spenningi, at áskoðararnir hjá KÍ sóu fram ímóti dystinum ímóti NSÍ, felagið sum verður mett at vera eitt av teim sterku í kappingini í ár.
KÍ kom betur frá byrjan, og hevði møguleikar tó at tað seinasta restaði í. NSÍ hinvegin tók meira og meira yvir um miðjan fyrra hálvleik, men hinvegin mennti KÍ seg aftur móti endanum av fyrra hálvleiki og hevði møguleikar sum áttu at givið mál.
Flestu mundu rokna við, at tað fór at gangast KÍ betur í seinna hálvleiki, tí fitt av vindi hevði verið ímóti í fyrra hálvleiki og nú skuldi KÍ spæla undan vindinum. Tað var eisini KÍ sum kom best frá byrjanini og KÍ kom framum tá bert fáir minuttir vórðu leiktir, við einum máli sum Bymar skjeyt. Bymar rann upp eina afturlegging frá NSÍ leikara til Jens Martin Knudsen og hegnisliga driblaði hann málmannin av og setti bóltin í netið.
Men NSÍ gavst ikki so og megnaði til tíðir at trýsta KÍ ógvusliga og tá bert fimm minuttir vóru eftir, fekk NSÍ hornaspark, sum endaði í málinum og soleiðis gjørdist støðan 1-1.




