Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnleikur í Vági

Oliver Joensen

Ein sera spennandi og rokmikil dystur í høllini í Vági í dag millum bestu kvinnulini hjá VB og Stjørnuni endaði við javnleiki 21-21, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 12-10 til heimaliðið

Fortreytirnarnar hjá Stjørnuni vóru ikki tær best undan dytstinum, tríggir av stuðulsleikarunum vóru ikki við. Teir vóru Joan sum er skædd, Lise kundi ikki koma heim til dystin, og Louisa er burturstødd í útbúgvingarørindum.
Tað gekk javnt á allan dystin, tó hevði VB munin allan fyrra hávlleik, og hálvleiksstøðan gjørdist 12-10 til VB.
Hóast ikki væl mannaðar so stríddust Stjørnuleikarnir væl, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevð Stjørnan togað seg uppá javnleik 18-18, og restina dystinum gekk javnt á og blóðið á bæði leikarum og ikki minst áskoðarum var heitt. Tá bert 20 sek. vóru eftir, fekk Stjørnan brotskast, støðan var tá 21-20 til VB. Simona var ósvitaliga sikkur og skoraði trygd til endaliga úrsliti 21-21.
Hetta má sigast at vera eitt gott úrslit hjá Stjørnini, og var hetta samstundis fyrstu stigini VB hevur mist á heimavølli í hesum kappingarárinum.