Hóskvøldið 5. februar verður aftur eitt tiltak um javnstøðu. Tá skipar Javnstøðunevndin fyri almennum pallborðsfundi í Atlantis í Klaksvík.
Eftir eitt væleydnað tiltak á Tvøroyri mánakvøldið 2. februar fegnast Javnstøðunevndin um at kunna bjóða øllum áhugaðum til enn eitt áhugavert tiltak, har javnstøða verður umrødd. Tiltakið verður í Atlantis hóskvøldið 5. februar klokkan 19.30.
Tiltakið verður skipað sum pallborðsfundur.
Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður við javnstøðumálum, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík og Annleyg Lamhauge, blaðstjóri á Kvinnu.
Tey hava hvør sína framløgu um javnstøðu, og síðani verður høvi hjá øllum at seta spurningar og at koma við hugsanum um arbeiðið fyri javnstøðu.
Orðstýrari verður Solby Eliassen.
Við hesum tiltaki vónar Javnstøðunevndin at økja um kunnleikan til og áhugan fyri javnstøðuspurningum í føroyska samfelagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi verða nógv fólk í Atlantis hóskvøldið 5. februar klokkan 19.30.
Sí meir á atlantis.fo




