Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JAVNSTØÐULÓGIN SKAL VÍÐKAST

Tíðindaskriv

Javnstøðulógin eigur ikki bara at snúgva seg um kyn. Lógin eigur eisini at fevna um aðra diskriminering, so sum húðalit, aldur og brek.

Tað heldur ein stórur meiriluti av teimum, sum eru spurd í eini meiningarkanning hjá Javnstøðunevndini.

Ein av spurningunum ljóðaði “Átti javnstøðulógin at fevnt um aðra diskriminering enn kyn, til dømis húðalit, aldur og brek?”.

68% siga seg vera samd í, at lógin skal fevna um aðra diskriminering enn kyn, meðan 22% eru ósamd í hesum. Tað eru serliga menninir, sum vilja hava javnstøðulógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn.

Í dag fevnir føroyska javnstøðulógin bara um kyn. Í flestu av hinum norðurlondunum hava tey tikið onnur øki, til dømis aldur, húðalit og brek, við upp í javnstøðulógina og javnstøðuarbeiðið.

Serliga Noreg, Danmark og Svøríki hava gingið á odda at taka onnur sløg av mismuni inn í javnstøðuarbeiðið.

Tað er væl hugsandi, at vit í Føroyum eisini fara at víðka javnstøðulógina. Javnstøðunevndin og landsstýriskvinnan í javnstøðumálum hava umrøtt málið, men enn er ongin niðurstøða gjørd, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

Sjálvur tekur formaðurin undir við einum fjølbroyttari javnstøðuhugtaki.

– Tað eru altíð fleiri samvirkandi orsøkir til, at mismunur fer fram. Viðhvørt er kyn tann sjónligasta orsøkin, men aðrar tíðir hava onnur samleikaeyðkenni størri týdning. Ein vælútbúgvin kvinna av útlendskum uppruna ella ein tilkomin maður, ið ber brek, kunnu væl hugsast at verða diskriminerað, lutvíst vegna kyn og lutvíst vegna onnur viðurskifti. Við at víðka um javnstøðufatanina kunnu vit taka burtur forðingar og fáa eitt fjølbroyttari og betri samfelag, sigur Ólavur Ellefsen.

Løgtingið hevur aðalorðaskifti um javnstøðu til várs.