Mikukvøldið vóru tveir venjingardystir á skránni. Báðir endaðu við javnleiki.
Á Skála spældu Skála og ÍF. Har endaði tað við 1-1 javnleiki. Á Argjum, har AB og b36 spældu, endaði tað somuleiðis við javnleiki.
Hagtøl frá venjingardystum:
Skála-ÍF 1-1
Málskjúttar: Jákup Johansen og Dánjal á Lakjuni
ÍF uppstillingin: Hallgrím Gregersen – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Karl Løkin, Nenad Saric, Kristoffur Jakobsen – Ari Ellingsgaard, Clayton Soares, Dánjal á Lakjuni
AB-B36 3-3
Málskjúttar: Christian í Garði, Hørður M. Mohr og Karsten Højgaard (AB). Tóki á Lofti (2) og Sandri Færø (B36).
AB uppstillingin: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Jógvan Isaksen, Søren N. Samuelsen, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Mikkjal Hentze – Jógvan Skeel Nolsøe, Sorin Anghel, Karsten Højgaard.
B36 uppstillingin: Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard – Jákup á Borg, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Rasmus Dan Sørensen – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz.
Her er merkisvert at leggja til merkis, at øll málini komu í seinna hálvleiki, tá nógvar útskiftingarnar eisini vóru.
Mynd: FSF




