Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnt millum Arsenal og City

Danial Viðoy

4 umfar í Premier League: Arsenal tók í dag ímóti Manchester City á heimavølli. Dysturin var undirhaldandi við hampiliga nógvari ferð. Endaliga úrslitið endaði 2-2.

4 umfar í Premier League: Arsenal tók í dag ímóti Manchester City á heimavølli. Dysturin var undirhaldandi við hampiliga nógvari ferð. Endaliga úrslitið endaði 2-2.

Tað, sum var merkisvert við liðuppstillingini hjá báðum liðum, var at bæði liðini høvdu nýggjar menn á liðnum. Hjá Arsenal byrjaði Danny Welbeck, sum er komin úr Manchester United, inni og hjá Manchester City byrjaði Frank Lampard inni. Frank Lampard hevur eina farna tíð í Chelsea.

Og Welbeck kundi fingið eina dreymabyrjan, ta fyrstu løtuna av dystinum, tá ið Arsenal hevði yvirtakið. Hann bleiv leysur, men freka skotið endaði á stongini.

Hóast Arsenal byrjaði dystin betri, var tað City, sum legði seg á odda. Hetta hendi í 28’minutti eftir eitt gott skjótálop. Og sum ikki einaferð var tað Sergio Kun Aguero, sum hevði síðsta fótin á bóltinum.

Men Arsenal tók yvir í seinna hálvleiki. Í 64’minutti stóð Jack Wilshere fyri einum góðum máli og tíggju minuttir seinni skoraði nýggi leikarin hjá Arsenal, Alexis Sanchez eina perlu av einum máli. Dysturin var vendur á høvdið. 2-1 til heimaliðið.

Men City vildi tað øðrvísi. Í 83’minutti skoraðu City upp á eitt hornaspark, tá ið Arsenal vóru eitt sindur ov lítið fokuseraðir. Og tað kostar ímóti Manchester City. Hetta bleiv eisini endaliga úrslitið.

Sæð yvir allan dystin, var javnleikur eitt rættvíst úrslit.