” tað er signing HARRANS, ið ger ríkan”, siteraði Jenis av Rana undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans.
Sum eg Ólavssøkudag lýddi á røðu løgmans, m.a. vøkru prosastykkini um ríku Føroyar og ágrýtni teirra, ið hava búleikast og búgva í oyggjunum, rann fram fyri meg eitt ørindi úr Bíbliuni- úr orðatøkunum 10.22, har okur, v. loyvi formansins, lesa:
" tað er signing HARRANS, ið ger ríkan"- og okur kundu tikið endan av sama ørindi við, har mæti vísmaðurin heldur fam: " og Hann ( Harrin ) leggur onga sorg aftrat henni".
Gott at ábyrgdin fyri trivnaðinum í hesum framúr oyggjalandi ikki einans liggur á herðum okra, herðum, sum jú kunnu roynast bæði veikir og svikafullir, tá á stendur. Men á Honum, sum við orði sínum Skapti alt og sum hvønn dag heldur øllum uppi. Tann trygdin, at Hann hevur eygu síni við okun, og ynskir at veita okun hjálp, ber av øllum- bæði í og uttan kreppu.
Visónir og dreymar Miðfloksins.
Í røðu sínari hugleiðir løgmaður, meðan visión-irnar eru fáar. Miðflokkurin hevur hinvegin greiðar visiónir fyri tí landi, løgmaður lýsir so vakurt. Høvuðsvisión Miðfloksins er ein tjóð, einar Føroyar, har tey ómetaligu virðir, Skaparin hevur signað okun við, koma øllum landsins borgarum javnt til góða. Har øll hava nokk til dagsins tørv, har øll kenna seg trygg, har øll eru eins vird og á sama støði, og har ríkidømið okra allra verður javnt býtt. Tí ríkar eru oyggjarnar, ríkar nokk at metta allan tørv. Ongin føringur eigur at líða neyð, ella kenna seg trongstaddan- líka lítið sum nakar føringur eigur sjálvsagdan rætt til marglæti bygt á herðar annara.
Í visión Miðfloksins síggjast røkur, har sjálvsagt er, at tey á niðastu rókum kenna seg eins trygg, og hava somu livi- og trivnaðarumstøðu, sum tey á ovastu rókum. Tann ójavni, harra formaður, sum enn er í dagsins samfelag, og sum tíverri verður hildin viðlíka av avgerðum á Løgtingi, er hvørki virðiligur, sosialur ella moralskt og etiskt rættur.
Skaparin hevur signað okun, sum her búgva, framum so mong, dreymur og vón okra í Miðflokkinum er, at Føroyar verða kendar sum tjóðin og føringar sum fólkið, sum setur sítt álit á Skapara Himins og jarðar, og sum søkja hann sum ráðgeva og hjálpara í øllum lutum. Gera vit tað, verður framhaldandi trygt og gott at vera føringur, bæði hjá okun og avkomi okra til allar tíðir.
Uppgáva og forrættur politikkarans.
Hvør er høvuðsuppgáva okra politikkara? Fólkið, sum her búleikast, hevur givið okun 33 eitt stórt álit. Okur eru við loyvi teirra sloppin inn á hægsta avgerðarstað samfelagsins at virka, hava fingið rætt at áleggja teimum skildur, m.a. taka av teirra inntøkum í landskassan fyri síðani at umfordeila tær útaftur. Hetta forpliktar meir enn okur óivað mangan geva okun far um. Við okra avgerðum stýra okur dagliga degi mangra- bæði teirra, sum liva á sólar-, men eisini teirra á skuggasíðum samfelagsins.
Kreppur, skaptar av politikkarum.
Nógvar av teimum avgerðum, ið eru tiknar meðan eg havi verið limur á løgtini gleðist eg yvir, aðrar níva meg, tá eg hugsi um fylgurnar, tær hava havt. Onkra av hesum avgerðum, sum í løtuni voldir kreppu í mongum føroyskum húsarhaldum, farið je at loyva mer at nema við og minna á, at tað m.a. ikki er so einfalt, sum mong vilja vera við, eisini løgmaður í røðu sínari, at kreppan einans kemur á okun uttanífrá.
Dømi um slíka kreppu er støðan hin sjúki, hin avlamni ella pensionisturin upplivir, tá hann í hesum døgum fer á apotekið eftir heilivági sínum. Dagliga berast frásagnir um kreppur sum raka hesi, tá tey, ístaðin fyri at gjalda sítt vanliga egingjald fyri heilivág uppá typiskt 200 kr., bráddliga verða kravd eftir kr. 600- kr. 800 ella kr. 2000 – bert tí, at ein meiriluti í Løgtinginum í decembur, móti ávarðingum, gjørdi av at broyta eina almannalóg.
Hendan avgerðin, saman við fleiri, sum raktu veikasta føringin meint, má endurskoðast. Løgmaður tosar so vakurt um ábyrgdina fyri teimum veiku samfelagsbólkunum. Skulu orð hansara, harra formaður, takast í álvara, krevur tað, at vit endurskoða fleiri av teimum sosialt skeivu avgerðunum, ið vórðu tiknar um ársskiftið. Miðflokkurin hevur longu lagt fyri Løgtingið fyrsta broytingaruppskotið, og vóna okur undirtøku Løgtingsins fyri hesum.
Um at forða arbeiðsloysinum.
Mong hava mist starv sítt seinastu mánaðarnar, nøkur uttan at finna nakað annað. Maður lýsti kensluna, tá tað hendur, sum tað ringasta, honum hevði verið fyri. Og hann hevði bert upplivað hetta einaferð, og tá bert í tveir dagar. "Eg ynski ongum at uppliva tað, eg fór ígjøg-num”, var lýsing hansara. Løgmaður nevndi lága arbeiðsloysistal okra- 3,4 %. Rætt er at tað enn er lágt, men hvør einasti arbeiðsleysur er ein ov nógv, harra formaður.
Í hesum sambandi nevndi løgmaður ætanirnar um menning av vinnulívinum kring landið,at endurskoða tær íløguætlarnir, sum eru sam-tyktar. Miðflokkurin velir at trúgva hesum, tóat tað undrar, at so lítið konkret er at lesa- har stendur:
…landsstýrið er um at leggja seinastu hond á eitt uppskot um at menna og fjølbroyta vinnulívið kring landið. Tað er gjørt saman við pørtum í vinnuni og verður lagt fyri løgtingið til aðalorðaskifti í heyst.
Agerðandi er, sum eisini sefrøðingar hava ávarða landsstýrið um, at politikkurin, ið førdur verður, ikki kvalir, men stimbrar samfelagið. Fyrsta uppskot fíggjarmálaráðharrans, bendu á manglandi innlit í júst hendan vandan.
Men framlagdi Ólavssøkupakkin vísur, at tað hevur eydnast at fáa hann at skilja vandan við upprunauppskoti sínum.
Men drúgt er at bíðja eftir veruligum ætlanum, harra formaður, tað tykist sum landsstýrið skumpar nútíðina framman fyri sær og vónar at loysnirnar koma av sær sjálvum, at kreppan fer lagaligari framvið okun. Sjálvandi vóna øll tað, men kent er, at betri er at fyribyrgja enn at viðgera.
Avdúkandi svínakrím.
Sum ein hvirluvindur hevur ein onnur kreppa spreitt seg um heimin, je hugsi um H1N1 virusið, sokallaða svínakrímið. Sjálvt mætastu statsleiðarar kenna seg hóttar av hesum eva lítla virusinum, royna at krógva seg, renna undan, tosa um at stongja skúlar og brúka milliardir uppá vaccinu, sum ikki finst og heilivág, sum lítlan og ongan virkna hevur. Framumalt avdúkar H1N1 virusið ein grundleggjandi trupulleika, fyri ikki at siga kynismu , sum alheims politiska skipanin, við ríku londunum á odda, rekur.
Eitt krím, veikari og minni krevjandi enn vanligt influenzakrím, fer allan tann ríka heimin á føtur. Mill. verða játtaðar at basa 5 sjúkradøgum, meðan veruleikin í heiminum anno 2009 m.a. er, at hvønn dag doyggja sjúk í 10.túsundatali av sjúkum, ið bæði heilivágir og koppingarevni finnast móti. Dagliga doyggja 10.túsundatals onnur av hungri, ikki tí heimurin manglar føði, men tí tey vórðu fødd í " skeivum heimspørtum " foreldur teirra búðu og búgva í “skeivum londum”.
Harra formaður:
Alheimssamfelagið tykist ikki vera fyri øll, javnsetur og javnmetur ikki øll, virðir ikki øll, heldur ikki í sjúku ella tá deyðin bankar á dyrnar.
So leingi tosið um alheimsgerð í mesta mun snýr seg um at bøta um møguleikar teirra ríku at ríka seg sjálvan, uttan atlit fyri teimum tjóðum og fólkum, sum rópa um samstarv fyri yvirhøvur at yvirliva og náa einum nøkunlunda virðiligum livistøði, er talan í besta førði um dupultmoral.
Fakta í dag, harra formaður, er:
at miðallivialdurin í nøkrum av heimsins londum er 33- 34 ár.
at tríggjar mió. menniskju doyggja av malaria árliga, harav meira enn ein mió. børn undir fimm ár.
at árliga doyggja fimm mió. børn undir fimm ár av hungri.
at hvørt ár doyggja yvir tvær mió av TB.
at hvørt 26. minut drepa ella skaða landminur eitt menniskja.
Og júst í hesum døgum herja meslinga farsóttir, og krevja dagliga mannalív.
Var viljin í alheimssamfelagnum, var megin-parturin av hesum sjúkum, og hungursdeyðin, fyri langari tíð síðani farin í søguna!
Her er av sonnum ein heimur í stórari kreppu, harra formaður.
Uttanríkispolitikkur.
Meðan vit eru í uttanríkispolitikkinum má eg nevna, at onki, als onki nýtt er á ES og EFTA økinum. Snakk, snakk og einki annað. Og tað er tíverri væl skiljandi, tí so leingi okur ikki taka um rót trupulleikans, ríkisrættarligu støðuna, verður framhaldandi alt tos um ES og/ ella EFTA limaskap tann beri sjónleikur, og okur vita tað øll. So leingi føroyska tjóðin er undirløgd aðrari tjóð, kunnu vit gloyma alt um sjálvstøðuga umboðan í hesum báðum felagsskapum, sum eru og verða fyri sjálvstøðugar tjóðir eina.
Ætlanirnar um grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni eru hugaligar at frætta. Spell at onki miðvíst verður borið fram, og at ivi longu er komin í, um eini av samgonguflokkunum tekur undir við hesum broytingum. Annars er Miðflokkurin samdur við teimum, bæði í vinnuni og í politiska landslagnum, sum seta spurningar við, hví man velur eina vinnu- alivinnuna- burturúr, í ætlanunum um tilfeingisgjald. Hví man ikki fer meira grundleggjandi til verka og ger eina skipan fyri alla vinnuna.
Mótsagnir mllum røðuna og førda politikkin.
Eg má, harra formaður, nevna mótsagnir, sum eru í løgmansrøðuna. Havi nevnt andsagnirnar millum tos løgmans um ábyrgdina av at taka sær av tí veika, meðan veruleikin seinastu árini vísir, at samgongan ger júst tað øvugta. Beint áðrenn farna tingseta endaði samtykti tingið lóg, ið veitti teimum, sum forvunnu meira enn kr. 600.000 árliga, eykainntøku. Hetta var um sama mundi sum uppskot eftir uppskot varð samtykt, ið legði eyka byrðar á tey, ið minst hava– fyritíðar og aldurspensionistar okra
Og í sonevnda Ólavssøkuuppskotinum eru fleiri ætlanir, ið bera á sama borð. M.a. lesa okur um ætlanir at minka játtanina til vanliga forsorg við 18.4 mió., mótrokningina av tí, ið pensionistar forvinna frá 1 krónu, avtøkuna av MVG- afturberingini o.m.m.a.
Somu andsøgnir eru í samtyktin um at geva í hendur banka og einstaklinga at byggja tann einasta yvirskotsgevandi tunnilin, meðan hinar farleiðirnar, tær, ið geva undirskot, tær skal skattaborgarin gjalda.
Og skúlin og granskingin- føgur orð um týdningin av teimum, um at játta og lyfta og raðfesta, eg endurgevi úr løgmansrøðuni:
…vitan er týdningarmiklasta tilfeingið í okkara tíð. Eitt tilfeingi, sum ikki kann uppfiskast ella
brennast eins og olja. Gransking, menning og nýskapan eru lykilin at menna bæði verandi og nýggjar vinnur. Tey eru fyritreyt fyri búskapar-ligum vøkstri og at skapa nýggj arbeiðspláss, sum kunnu draga fólk til landið….
Men einans fáir mðr. eru, síðani samgongan noktaði at raðfesta hesi øki hægri. Her lekur, harra formaður, álvarsliga millum teori og praksis.
Enn eitt dømi um væntandi samsvar millum orð og gerðir er tað vit lesa um at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku. Har lesa vit:
…at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku, er ein grundleggjandi liður í einum góðum heilsuverki..
og
…heilsukanningar fyri børn og ung verða styrktar.
Føgur orð, harra formaður, veruleikin er tó, at 4 ár eru liðin síðani lógin um heilsukanningar fyri børn og ung varð samtykt. ABC samgongan kveistraði uppskot Miðfloksins um skúlaækna frá sær, fann upá sítt egna, samtykti tað, men enn hevur man ikki útbúgvið teir læknar, sum skulu gera hesar kanningarnar, kanningar sum allur serkunnleiki mælir til.
Kundi eisini nevnt koppsetingina móti lívmóðurhálskrabba, sum landsstýrið bert ætlaði at seta partvíst í gildi í Føroyum, beint móti tilmæli heilsumyndugleikanna. Tíbetur eydnaðist Miðflokkinum, við góðum stuðli frá restini av andstøðuni og góðum fólkum í samgonguni, at fáa hesa avgerð broytta.
Samanumtikið.
Ein vøkur, men veik løgmansrøða við fáum konkretum framtíðarætlanum og als ongum visiónum. Ongi uppskot ella ætlanir um hvussu metstóra undirskotið á komandi fíggjarlógum kann minkast. Vit hoyra um tiknar avgerðir,
nútíðina skumpar man frammanfyri sær og framtíðina velur man at gloyma.
Áheitan okra til samgongumenn er at broyta politikk ella fremja broytingar í leiðslu landsins. Onki samfelag kann halda til ta stillstøðu og atgerðarloysi, sum meira og meira tykist verða eyðkenni hesar samgongu.
Takk fyri, harra formaður.




