Góður politikkur er reinur loglikkur – segði Jenis av Rana og helt tað verða margháttligt at Løgmaður, sum til seinast skar ígjøgnum og steðgaði politisku prosessini í málinum um skálafjarðarmálið, nú skal ákærast og dømast.
Góður politikkur er reinur loglikkur – segði Jenis av Rana og helt tað verða margháttligt at Løgmaður, sum til seinast skar ígjøgnum og steðgaði politisku prosessini av málinum um skálafjarðarmálið, nú stendur ákærast og dømast.
Hann nevndi at uppskotið hjá Pól Michelsen, Aksel V. Jóhannesen og Poul Michelsen var stórsta politiska sjálvmál sum hann mintist til. Hann mælti til at seta ein kanningarstjóra men hetta vísti Høgni Hoydal aftur tí at hann segði at eingin meiriluti var í løgtinginum at seta ein kanningarstjóra.
Annars kom fram meðan Aksel v. Jóhannesen røddi at framtíðar samgongumøguleikar millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin hava fingið eitt skot fyri bógvin.
– Aksel hevur sagt at hann ikki ferð í samgongu við Fólkaflokkin og við at leggja misálit á formannin í Sambandsflokkinum hevur hetta fingið eitt skot fyri bógvin. Hvønn flokk ætlar Aksel at føra sambandspolitikk saman við? Segði Helgi Abrahamsen m.a. og sipaði til at eftir var bara ein stórur flokkur hjá javnaðarflokkinum at samstarva við.
Aksel svaraði at Miðflokkurin hevði fyri fáum árum síðan lagt fram og atkvøtt fyri einum misáliti á Rósu Samuelsen, og tað foraði fyri einum samstarvi.




