Jenis av Rana vil hava Jørgen Niclasen at leggja frá sær fyri at fáa frið í Føroyum.
– Fyri allan føroyskan politikk. Eg vildi ynskt at landstýrismaðurin hevði verið meira opin. Soleiðis hevði eg verið í politiska systeminum, fyri at lagt alt fram, ið kundi uppklára hetta málið. Okay, tað bleiv gjørt, men tað gekk long tíð, áðrenn landstýrismaðurin traðkaði til og legði alt fram. Og so bleiv ikki alt lagt fram tá og so kunnu fólk av røttum siga, at hann ikki talaði rætt. Síðani hevur hann sagt, at tað var eitt mistak. Hann kundi havt gjørt meir fyri at hjálpt okkum í samgonguni.
– Løgmaður hevur ikki eftir mínum tykki gjørt nokk fyri at loyst hetta málið. Í dag hevur hann fingið uppgávu frá sínum flokki at loysa hetta málið. Eg vildi ynskt at hann hevði loyst hetta og í seinasta lagi á middegi í dag, tá hann bleiv blivin um hetta. Tá løgmaður ikki hevur loyst landstýrismannin úr starvi fyri at skapa fri í Føroyum, í politiska systeminum. So fari eg at heita um landstýrismannin um at gera sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani: At siga seg úr starvi. Soleiðis at samgongan kann koyra víðari uttan at hetta skal hanga yvir høvdinum. Tí annars verður ikki friður í hesum málinum, segði Jenis av Rana í tinginum fyri løtu síðani, nú misálitið verður viðgjørt.
So er spurningurin, um tað fær avleiðingar fyri Jenis og Miðflokkin?




