Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jens Leon fekk tussafisk í trolið

Oliver Joensen

Trolbáturin Jens Leon, fekk sjáldsaman fisk í trolið á Rygginum. Talan er um ein tussafisk, ið er góðan metur langur, og sum sigst liva heilt niður á 1000 metra dýpi. Tað var Jóhann Klakkstein, ið siglir við Jens Leon, ið gjørdi okkum varðugan við fongin.

Noðlýsið var í Lorvík og har fingu vit myndirnar niðanfyri. Jóhann Klakkstein hevur sagt Havstovuni frá, og fiskurin verður frystur til nærri kanningar.

Um tussafiskin, sigur bókin “Fiskar í Norðurhøvum” soleiðis:

Tussafiskur(tussafiskaættin)
Ceratias holboelliKrøyer, 1845

Stødd: Kvennfiskar verða upp í 120 cm í fullari longd, kallfiskar 16 cm aftur til klingruna. Kallfiskarnir eru ofta at síggja sitandi fastgrónir undir búkinum á kvennfiskinum, har liva teir eitt lív sum støðugir sáðbankar og sníkar.

Dýpi: Undir Føroyum er hann fingin á umleið 570 metra dýpi við botnin, men er annars mest uppi í sjónum úr vatnskorpuni niður á 2000 m.

Litur: Tussafiskur er svartur, grásvartur. Um høvdið, allan kroppin og út á stertin er fult av hvítligum naddum, ið minna um gjar.

Lýsing: Hann er klumputur fiskur. Hann hevur stórt høvd, meira enn 1/3 av standardlongdini, stóran, upprendan kjaft ovast og fremst á høvdinum. Eyguni eru smá og sita ovarlaga og aftarlaga á høvdinum. Hann hevur langa og klæna stong á nakkanum millum eyguni og táknaopini. Ein líknandi stong er mitt á bakinum. Á sporlinum eru 4 førligir teinar, nakað av skræðu er ímillum teinarnar. Hetta er ein ryggfjøður. Beint undir henni situr gotfjøðurin, lík ryggfjøðurini, men heldur minni. Sterturin er stórur við 8 førligum, longum og næstan Tussafiskar Tussafiskaættin berum teinum. Teir 4 mittastu teinarnir greina seg í tvey. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita framman fyri miðjuna á fiskinum, mitt uppi á síðuni.

Eyðkenni: Á kvennfiski er longdin úr gronini til uggafjøðurina, umleið 34% av standardlongdini. Upprendi kjafturin. Stengurnar. Naddarnir, ið líkjast gjari.