Jens Madsen, stjóri fyri SØK (bakmanspolitiið) váttar fyri løtu síðan at teir hava gjørt kanningar í málinum har Súni á Dalbø meldaði Johan Dahl og Kaj Leo H. Jóhannesen.
Jens Madsen, stjóri fyri SØK (bakmanspolitiið) váttar fyri løtu síðan at teir hava gjørt kanningar í málinum har Súni á Dalbø meldaði Johan Dahl og Kaj Leo H. Jóhannesen.
– Vit hava fyri tíð síðan gjørt av at kanna skuldsetingarnar, og í hesum sambandi hava vit gjørt kanningar í Tórshavn. Men eg vil undirstrika at talan bert er um kanningar og eingin er ákærdur í hesum málinum. Tá kanningarnar eru lidnar verður støða tikin til um ákæra skal reisast, men tað er alt ov tíðliga at siga nakað um hetta í løtuni, sigur stjórin fyri bakmanspolitiið í morgun. Hóast tað er sjálvur løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum vegna sínar eftirlitskyldur við grunninum sum eru meldaðir, so hevur hvørgin hoyrt frá bakmanspolitiiðnum.
Sambært KVF í morgun er komið undan kavi at orsøkin til at stjórin var loystur úr starvið var at stuðul var latin til feløg har somu persónar gingu aftur. Politiið í Føroyum váttar at bakmanapolitiið hevur gjørt húsarannsókn í Havn hjá Vinnuframagrunninum, men fæst ikki at siga meir.
Koyrdi nevndina frá
Johan Dahl, landsstýrismaður sigur í viðmerking til málið at tað var hann sum koyrdi nevndina í Vinnuframagrunninum frá.
-Stutt eftir at eg tók við sum landsstýrismaður í vinnumálum bleiv nógv skriving og órógv um virksemið hjá grunninum. Eg avgjørdi so at koyra nevndina frá og bað samstundis nýggju nevndina gera eina frágreiðing og í hesum sambandi var nógv samskifti millum embætisverki í vinnumálaráðið og grunnin og so vítt eg veit er tað tilfari alment atkomiligt. Sjálvur eri eg ikki partur av málinum og sum eg skilji eri eg meldaður fyri at hava verið vitandi um tað sum gekk fyri seg í grunninum, og tað er fullkomiliga burtur við. Eg kann leggja afturat at grunnurin er undir eftirlitið av løgtingsgrannskoðarunum og teir høvdu ongar viðmerkingar til roknskapin ella tað frágreiðing sum nýggja nevndin kom við.
Sum skilst eru húsarannsóknir gjørdar hjá Vinnuframagruninum. Sum skilst frá SØK so snýr málið seg um hvørt limir í gomlu nevndini vóru ov nær teimum sum fingu stuðul.




