Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jens Wedeborg takkar fyri seg í KÍ

ki.fo

Eftir tvey ár í Klaksvík, takkar fryntligi sviin fyri seg eftir hetta kappingarárið

Hann kom upprunaliga til KÍ sum ungdómsvenjari, og hjálpti Glen Ståhl. Seinni tók hann yvir í 1. Deild, og í ár hevur hann bæði verið hjá Betrideildini hjá kvinnunum og næstbesta liðnum hjá monnum.

Jens hevur av persónligum áðum valt at takka fyri seg eftir hettar kappingarárið.

KÍ takkar Jens fyri tíðina í felagnum, har hann hevur ment okkara tilgongd, bæði á ungdómsliðum, 1 deild monnum og ikki minst á kvinnusíðuni. 

Seinasti dystur hjá Jens, verður á Tórsvølli, har kvinnurnar taka ímóti HB