Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jesper Theilgaard fingið vindmyllu-prísin fyri sítt veðurlags-íkast

Orð og mynd: Dávur Winther

Á heimasíðuni DR stóð herfyri, at veðurlagsserfrøðingurin og veðurverturin, Jesper Theilgaard hevur fingið vindmyllu-prísin frá ”Danmarks Vindmølleforening” fyri ”serstakt íkast til fólkupplýsing um torgreidd veðurlagsfyribrygdi”.

Jan Dohrmann skriva m.a. soleiðis á heimasíðuni hjá DR:

Danmarks Vindmølleforening handaði Jesper Theilgaard, herðaklappið ella viðurkenningina leygardagin 2. apríl – hetta í sambandi við ársfundin, sum felagið hevði í Vingsted.

“Tá mítt arbeiði er at miðla, er tað kveikjandi fyri meg at fáa eina slíka viðurkenning fyri mítt arbeiði. Hetta gevur hug at halda fram. Tá ið tað so eisini er talan um kunnan um veðurlagsbroytingar, sum eg haldi er ein av heimsins størstu trupulleikum, gerist eg serliga glaður, fyri hesa viðurkenning” segði ein lítillátin Jesper Theilgaard, tá ið hann fekk heiðurslønina handaða.

Kristian Jakobsen, sum er formaður fyri Danmarks Vindmølleforening, segði m.a. soleiðis í grundgevingini fyri at geva Jesper prísin: ”Longu fyri fleiri árum síðan, tá ið tað ikki var ein partur av veðurforsøgnunum at hyggja longur fram enn teir fimm dagarnar, dittaði Jesper Theilgaard sær til at peika á vandan í veðurlagsbroytingunum, hann helt stóðu fyri framman. Og hann hevur seinni árini hildið fram at greiða frá ferðini, veðurlagið broytist við og teimum stóru avbjóðingum, vit standa framman fyri”.

Kristian Jakobsen kallaði Jesper fyri “en af TV-mediets respekterede vejrprofeter” og helt fram, at Jesper Theilgaard altíð hevur gjørt sítt arbeiði í einum hóvligum og lagaligum tóna í einum miðli, sum nær nógvum fólkum, ið annars ikki høvdu gjørt sær far um henda trupulleikan.

Merkis vár

Prísurin, sum Jesper Theilgaard fær, kemur stutt eftir, at veðurverturin hevur havt nógv at hátíðarhalda. Jesper Theilgaard, sum er útbúgvin flúgvimeteorologur hevur havt 40 ára starvsdag í ”statens tjeneste”, 25 ára hátíðarhald hjá DR og hildið sín egna 60 ára føðingardag.

Jesper Theilgaard hevur skrivað hópin av bókum um veðrið, veðurlag og veðurfrøði. Tá ið ST í 2014 bjóðaði heimsins leiðarum á veðurlagsráðstevnu á New York, vóru eisini boð eftir 10 sjónvarps-meteorologum ymiskar staðir frá í heiminum at geva boð uppá sína langtíðar veðurforsøgn fram til 2050 fyri teirra øki. Her varð Jesper Theilgaard boðin at vera við at greiða frá framtíðarveðrinum í Danmark og Norðureuropa sum heild.

Tað er ikki heilt óvant fyri DR-veðurmannin at fáa viðurkenningar. Í 1995 fekk Jesper Theilgaard ”Geografforbundets gyldne globus”. Í 2006 fekk hann ”Gyldendals faglitterære pris”, og í 2011 bleiv Jesper Theilgaard tilnevndur sum ”Årets Blæksprutte” av af satirublaðnum, Blæksprutten – helst fyri at hava ”útvega vánaligasta summar” nakrantíð.

Danmarks Vindmølleforening, sum er frá 1978 er felag fyri vindorkuáhugaðum í Danmark.

Jesper Theilgaard á Torradøgunum

Sum kunnugt var Jesper Theilgaard við á Torradøgunum í Klaksvík, har hann saman við 17 Sangarum, ið hann stjórnaði, Boga Hansen, havfrøðingi og Terja Nielsen frá SEV fyllti Niðaru høll skúlans við sera hugaðum áhoyrarum.

Her greiddi hann m.a. frá framtíðarveðrinum við Føroyar og hvørja ávirkan broytta veðurlagið kann fáa fyri Føroyar – eisini fyri fiskiskap her um vegir.

Á Føroyaferðini gjørdi hann eitt innslag til Vores Vejr hjá DR, har hann undraðist á og røsti SEV fyri longu í 2015 at hava framleitt 60 % av orkuni úr grønari megi – vind og vatni.

Innslagið kann síggjast her:

https://www.dr.dk/tv/se/soendagsvejret/soendagsvejret-2#!/

Harleyfacadeacryl