Jesus úr Nazaret, er listaverk við 10 træskurum, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Verkið, sum fekk heitið meistaraverk, varð avdúkað í sambandi við at Christianskirkjan helt sín 50 ára føðingardag í juni mánaða í fjør. Talan er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar til og líma teir á rundar træplátur.
Jesus úr Nazaret, er listaverk við 10 træskurum, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Verkið, sum fekk heitið meistaraverk, varð avdúkað í sambandi við at Christianskirkjan helt sín 50 ára føðingardag í juni mánaða í fjør. Talan er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar til og líma teir á rundar træplátur.
—–
Edward Fuglø fer hóskvøldið kl. 20 og leygardagin kl. 16 á Torradøgunum at greiða frá hugskotunum handan hesar 10 rundu træskurirnar – hetta verður gjørt í kirkjukjallaranum, har eisini Sjúrður Sólstein fer at greiða frá sínum leikluti at evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.
Hanus á Gørðum, prestur fer at lesa eina av halgisøgunum hjá Selmu Lagerløft, Jesus úr Nasaret
…
Nógv fólk vóru komin saman at vera við til avdúkingina. Fólk vóru málleys. Tað vóru ikki orð fyri vakurleika og listarligum hegni, ið Edward Fuglø her sýndi fram – Ja, hetta má sigast at vera eitt at hansara høvuðsverkum.
Altartalvan, báturin og skurnarfondurin hava øll sína serligu søgu í kirkjuskipinum. Listaverkið hjá Edward Fuglø – Jesus úr Nazatret, sum hongur í kirkjukjallaranum, kann metast við eina aðra altartalvu, sum fer at fáa eins nógva vitjan og umtalu og verandi altartalva í Christianskirkjuni, hjá Joakim skovgaard.
Eitt satt meistaraverk
Tá ið tann eini av kirkjuráðslimunum varð spurdur, um hví tey júst høvdu fingið Edward Fuglø at gera hetta listprýðið til kirkjukjallaran, segði hann, at Edward hevði sett seg so væl inn í tekstin og kom við einum so sannførandi útkasti, at ikki kundi annað enn takast av hansara skilagóða uppskoti, har tað í dag gongur sjón fyri søgn – eitt satt meistaraverk.
Nógv hava vitað Christianskirkjuna síðani fyri at síggja hetta meistaraverk. Edward Fuglø fer á Torradøgunum at greiða frá hugskotunum handan hesar 10 rundu træskurirnar og eisini ferð Sjúrður Sólstein, at greiða frá sínum leikluti at evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.
Hanus á Gørðum, prestur fer at lesa eina av halgisøgunum hjá Selmu Lagerløft, Jesus úrNasaret
Nils Ohrt, stjóri á listasavni Føroya skrivar soleiðis um listaverkið hjá Edward Fuglø, Jesus úrNasaret:
Boðskapurin í trænum
Um prýðingina hjá Edwardi Fuglø í Christianskirkjuni
Guds sonur – boðarin, sum gjørdi undurverk og sum var deyðans sigursharri – var eisini timburmaður úr Nasaret. Ein góð grund til at lýsa hansara lív og virki í relieffum gjørdum úr útskornum og málaðum viði, sum Edward Fuglø hevur gjørt tað í sínari røð av tíggju verkum til fundarhølið í Christianskirkjuni í Klaksvík. Tað er júst fyri at leggja dent á Jesus sum menniskja, at Edward hevur valt at rópa røðinaJesus úr Nasaret. Tað var jú í hesum býnum í Galileu, at timburmaðurin stóð í læru hjá stjúkpápanum Jósefi.
Ein onnur grund til at velja træ sum tilfar er, at træ er dúgliga brúkt tilfar í kirkjuni sjálvari, har til dømis veldiga træloftið í kirkjuskipinum saman við grótlaðaðu útveggjunum geva bygninginum ein haldgóðan og ærligan dám. Prýðið til kirkjuna má sostatt hava sama einfalda og treysta dám, so viðurin við einføldum litum og djørvum kompositiónum geva júst tað neyðuga mótspælið. Máttmikli dámurin í relieffunum er serliga neyðugur fyri, at verkini kunnu gera vart við seg í tí rættiliga djúpa fundarhølinum, sum er myrkt og við lágum lofti.
Edward Fuglø hevur valt sirkulin sum skap, ævinleikasúmbolið, sum eisini er ein listalig tilskapan: Myndirnar skulu bæði laga seg eftir runda skapinum, men so sanniliga eisini geva tí mótstøðu, og báðar partar hevur Edward Fuglø loyst við meistaraskapi. Figurarnir boyggja seg eyðmjúkt fyri rundinginum í rammuni, men aðrastaðni standa teir stinnir, sum var ramman ikki til.
Í andanum hjá popp-listini, heldur Edward Fuglø seg ikki undan tí gerandisliga. Stílurin er ”bibliusøguligur”: einfaldur, greiður, og trúfastur móti flatanum. Listabúnin hevur havt eitt langt og útvatnað eftirlív, men var eina ferðina kollveltingarligur og sterkur í italskari list í renesansuni, hjá Giotto og hansara eftirkomarum. Teirra list hevur eisini givið Joachim Skovgaard íblástur til freskomálaðu altartalvuna,Stóra gestaboðið, sum relieffini hjá Edwardi eisini senda eina heilsan til.
Tað verður fortalt stutt og dramatiskt, har róligi og virðiligi persónurin Jesus, sum eitt annað eyga í ódnini, verður umgyrdur av ógvisligum rørslum og livandi andlitum á lærusveinum og mannamúgvum – eitt ekspressionistiskt kapittul í sjálvum sær.
Við sínum sjónligu kubbum eru relieffini eitt slag av putlispæli. Søguliga sæð eru tey í ætt við sonevnt intarsiu-arbeiði, har innsettir ”kubbar” úr træ ella úr steini í ymiskum litum og tónum skapa myndevnið. Hetta er gomul tøkni, kend úr islamiska heiminum, og sum blómaði í italskari renesansu. Í tí tíðarskeiðinum var eisini runda myndaskapið,tondokallað, væl umtókt.
Gamla listin var ikki altíð gamaldags, og tað veit Edward Fuglø betri enn fólk flest, men stílurin í relieffunum er tó alt annað ennretro. Mótsett teimum sløttu intarsiuverkunum minna relieffini um eitt plastiskt landkort við hæddarstrikum, og forskjótingarnar eru so stórar, at alt fær ein upploystan, næstan kubistiskan dám, tá tú sært verkið tætt hjá ella frá liðini.
Harafturat koma smáar innsetingar av rekaviði, slitnum jarnpettum og annað gamalt burturkast, sum umframt súmbolskar avbjóðingar geva trærelieffunum ein dám av kollagu. Einfeldi og fjøltætti leiðast, við tað at søgan verður ríkað av teirri prýðing, sum tey abstraktu viðarskapini, ofta í ógvisligum rútmum, veita heildini.
Eisini innihaldsliga er nakað at heinta. Edward Fuglø hevur valt at lataÓveðrið á vatninummynda byrjanina til Jesu líðingarsøgu, hóast hendingin fór fram langt áðrenn. ÍInnreið í Jerusalemríður Jesus einsamallur uttan fagnandi menniskju; einsamallur møtir hann lagnuni. Eisini skal seinasta relieffið í røðiniHimmalsferðinikki bara skiljast sum tað, hon eitur; lýsingin snýr seg eisini um Kristi afturkomu á evsta degi. Og so er ein elalítil hjørtur í baksýninum íJesu dópi, sum sipar til orðini í sálmi 42: ”Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir Tær, Gud!” So eftir góðari gamlari kristnari siðvenju eru relieffini bæði ein góð søga og tankans føðsla.
Relieffini eru vorðin til í tøttum samstarvi við Sjúrð Sólstein, møplasnikkara og lærara á tekniska skúla í Klaksvík, sum hevur hýst framleiðsluni. Tað er hann, sum hevur staðið fyri tí torføra og krevjandi arbeiðinum við at evna til allar teir mongu partarnar í relieffunum eftir tekningum í lutfallinum 1:1 hjá Edwardi Fuglø.
Við sínari gandakendu blanding av enfeldi og fjøltætti, frásøgn og prýðing, nýtt og gamalt, hugflog og handverk eru relieffini hjá Edwardi Fuglø eitt nýtt høvuðsverk í føroyskari kirkjulist. Timburmaðurin úr Nasaret hevði nikkað viðurkennandi.
Og so til endans nøkur facts:
Relieffini eru gjørd á vári 2013, og tilfarið er ein 2 cm tjúkk bjarkarpláta 135 cm í tvørmát, kantað við einum 2 cm breiðum messinglista, upprunaliga fótlistin á útskiftu stólunum í kirkjuni.
Á plátuna eru límað rá, oljað ella málað træpetti (akryl). Tilfarið er grann, afrikonsku viðarsløgini bubinga og zebrano og so ikki at gloyma furan, sum í stóran mun stavar frá fyrrverandi blindrammuni á altartalvuni í kirkjuni. Harafturat koma rekaviður og brúktir jarnlutir við meira.
Myndevnini – sæð úr vinstru og við urinum – eru:
1.Boðanin (Lukas, 1:26-38)
2.Hirðarnir tilbiðja (Lukas, 2:8-21)
3.Jesus tólv ára gamal í halgidóminum (Lukas, 2:41-52)
4.Jesu dópur (Matteus, 3:13-17, Markus, 1:9-11, Lukas 3: 21-22, Jóhannes, 1:29-34)
5.Jesus mettar 5000 (Matteus,14:13-21, Markus, 6:30-44, Lukas, 9:10-17, Jóhannes, 6:1-15)
6.Lekingin av teimum tíggju spitalskusjúku (Lukas, 17:11-19)
7.Óveðrið á vatninum (Matteus, 8:23-27, Markus, 4:35-41, Lukas, 8,22-25)
8.Jesus ríður inn í Jerusalem (Matteus, 21:1-11, Markus, 1:1-11, Lukas, 19:28-40, Jóhannes (12:12-19)
9.Jesus gongur við krossinum (Matteus, 27:32, Markus, 15:21, Lukas, 23:26-32, Jóhannes, 19:17)
10.Himmalsferðin (Lukas, 24:50-53)
Við til prýðingina hoyra eisini seks smáar skreytmyndir, sum eru settar millum vindeyguni. Tær eru útskorin og málað skap, sum virka sumclose-upav smálutum frá relieffunum: ein stjørna, eitt lamb, ein súla, ein fiskur, ein krukka og ein dúgva.
Nils Ohrt




