Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JFK á fiskarímessu í Brussels

Oliver Joensen

JFK hevur gjørt nógv burturúr hesaferð og básurin er eitt kopi av framskipinum á Skálabergi.

Í gjár lat Seafood Processing Europe, fiskivinnumessan í Brussels upp. Ein føroyskur básur er á framsýningini og á føroyska básinum er eisini JFK samtakið úr Klaksvík.  Norðlýsið frættir at JFK hevur gjørt nógv burturúr og tí bleiv eitt model av framskipinum á Skálabergi valt til bás hjá JFK.
Tað er reklamuvirkið Grafia, ið hevur staðið fyri hugskotinum, ímeðan handverkarar úr Klaksvík hava evnað snotuliga modellið til.
Uppá fyrispurning okkar hvat JFK legði serligan dent á í Brussels, verður sagt, at JFK framleiðir fískaúrdráttir, bæði sjófryst, landfryst og saltað og at teir løgdu dent á alla viftuna av framleiðsluni, sum Kósin, Pure Water og skipini kundu bjóða.
Vit hava higartil havt sera nógvar vitjanir og eru komnir í samband við nógvar møguligar keyparar, so eftirtíðin kemur at vísa hvat vit fáa burturúr, verður sagt at enda í samrøðu úr Brussels í kvøld. Messan letur aftur ímorgin hósdagin.