Um tað eydnaðist at fáa fatur á øllum tí sum loyvt er at bjóða uppá, so missir JFK kortini 3.500 tons í komandi ári.
Sambært uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan skal alt sum er omanfyri miðal av heildarkvotunum seinastu 10 árini seljast á uppboðssølu. Men tey sum eiga stóran part av verandi rættindum sleppa ikki frítt at bjóða á uppboðssøluni.
”Hetta fer at hava við sær, at vit missa 3.500 tons í Barentshavinum longu komandi ár,” sigur Hanus Hansen, reiðari.
Um vit taka heildarkvotuna av botnfiski í norskum og russiskum sjógvi og í fiskiverndarøkinum við Svalbard, so vóru fiskað 22.362 tons í meðal árini 2007 til 2016. Heildarkvotan í 2016 var 30.686 tons. Tað vil siga, at kvotan í 2016 var 8.324 tons meira enn miðal undanfarnu 10 árini. Um nýggja skipanin var farin at virka í 2016, so skuldu hesi 8.324 tonsini verið boðin út á uppboðssølu.
Men so kemur reglan um avmarkingar inn.
”Við tí partinum sum JFK eigur í Barentshavinum kann felagið bara bjóða uppá 25 prosent av 20 prosentum av stuttíðarloyvunum,” sigur Hanus Hansen, reiðari.
”Tað vil siga, at um tað eydnaðist at fáa fatur á øllum sum loyvt er at bjóða uppá, so missir JFK kortini 3.500 tons í komandi ári,” sigur hann.
Hanus Hansen minnir á, at ein orsøk til at JFK eigur ein so stóran part av kvotuni í Barentshavinum er, at felagið frásegði sær rættindi at fiska makrel, og valdi ístaðin at býta um vit tosk.
Spurningurin er so, hvør fær loyvini, sum verandi loyvishavarar missa? Har verða línuskipini ofta nevnd, men trupulleikin er, at um ein av verandi loyvishavarum eigur í einum línuskipi, so sleppur tað skipið ikki at bjóða.
”Tí má eitt felag sum JFK selja sín part í línuskipunum, annars gera vit teimum bara ónáðir,” sigur Hanus Hansen.




